Innanlands

Prísurin lækkaður tíggju oyru

Effo hevur lækkað sínar prísir upp á bensin og diesel eitt lítið vet. Helst fer Magn at lækka sín prís í morgin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-21 21:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gongur upp og niður við oljuprísinum. Síðani prísirnir toppaðu um miðjan juni eru prísirnir minkaðir nakað.

Effo hevur í dag dagført sínar prísir, og bensin- og dieselprísirnir eru lækkaðir við tíggju oyrum fyri liturin síðani seinastu prísbroyting. Bensin kostar nú 13,58 krónur fyri liturin og diesel 12,68 krónur fyri liturin.

Prísurin á bensinið var hægstur 15,48 krónur 16. juni. Pírusurin á diesel toppaði 22. juni tá ein litur kostaði 13,99 krónur.

Gassoljan er eisini farin nakað niður í prísi, og 1000 litrar kosta nú 11.938 krónur í mun til 12.038 krónur í gjár.

Magn hevur enn ikki lækkað sínar prísir, men tað fer helst at henda innan nakrar tímar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder