Uttanlands

Putin bannar oljuútflutningi til lond við príslofti

Russiski forsetin hevur undirskrivað skjal, har hann frá 1. februar bannar útflutningi av olju til lond, sum seta í verk prísloft á olju úr Russlandi

2022-12-28 07:10 Author image
Jan Müller
placeholder
Við hesum verður enn størri trýst lagt á oljumarknaðin. Hetta gevur tó eisini møguleikar m.a. í Norra sigur greinari. 

Tað var fyri stuttum eftir drúgvt orðaskifti, at ES londini loksins tóku stig til at seta í verk prísloft á russiskt gass uppá 60 dollarar. Eisini G7 londini tvs. Kanada, Japan, Bretland og USA eins og  Australia og Norra  hava samtykt avtaluna um prísloft.

Endamálið við prísloftinum er at gera tað truplari hjá Russlandi at sleppa sær undan sanktiónunum við at selja olju til lond uttan fyri ES og minka um russisku inntøkurnar frá sølu av olju til triðjalond. Avgerðin hjá Putin kann hava við sær ein hægri oljuprís. Færri oljuvørur og minni olja kann vera úrslitið av avgerðini hjá Putin.

Framvegis er stór óvissa um, hvussu nógv russisk olja fer at koma á marknaðin. Hetta fer bara at gera støðuna á oljumarknaðinum uppaftur meira spenta. 

Endamálið við sanktiónunum móti Russlandi hevur verið at forða Putin at forvinna meiri pengar uppá orkusøluna til at fíggja kríggið í Ukraina. Síðani hevur Russland funnið aðrar leiðir at sleppa av við oljuna, m.a. til Kina, India og Turkaland. Í løtuni er Putin í ferð við at forvinna meira uppá oljuútflutningin enn í 2021 sambært New York Times. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder