Høgi gassprísurin er ein hóttan móti Evropa. Í farnu viku setti prísurin nýtt met og var nærum 800% hægri enn við ársbyrjan. Síðani lækkaði prísurin aftur og var jólaaftan 400% hægri. Russland er størsti veitarin av gassi til evropeiska marknaðin og hevur í eina tíð verið fyri hørðum kritikki fyri at misbrúka sína støðu sum gassveitari mótvegis eitt nú ES. Nú sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, sambært Reuters, at ES londini sjálvi hava ábyrgdina av teimum høgu prísunum. Hann heldur, at prísmetini stava frá, at ES lond selja víðari bíligt russiskt gass til nógv hægri prís til onnur lond í felagsskapinum.
Í løtuni nøktar Russland 35% av gasstørvinum hjá ES. Størri veitingar av gassi til ES marknaðin fara heilt víst at minka um prísirnar skal Putin hava sagt undir einum stjórnarfundi í Kreml.
Putin sigur eisini, at ES má góðkenna nýggju gassleiðingina Nord Stream 2 fyri at lækka prísirnar. Henda nógv umstrídda verkætlanin vekir stóra mótstøðu bæði frá USA og eysturevropeiskum londum, sum halda,at gassleiðingin fer at gera ES enn meina bundið at russiskum gassi. Gassleiðingin varð klár at taka í brúk í september, men bíðar framvegis eftir endaligu góðkenningini frá bæði Berling og Brussel.
Leingi hevur verið tosað um avleiðingarnar, sum ein kaldur vetur fer at hava fyri gassprísin. Men higartil hevur hann so ikki gjørt um seg sum stúrt fyri. Í fleiri londum í Evropa kemur høgi gassprísurin sera óvart á bæði húsarhald, myndugleikar og vinnuna, nú korona eisini ger um seg av álvara við nýggja frábrigdinum Omikron.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald