Uttanlands

Putin hóttir við at steðga gasssølu til Evropa

Um keyparar av russiskum gassi ikki vilja rinda fyri vøruna í rublum heldur enn dollarum, fer russiska stjórnin at umhugsa heilt at steðga søluni av russiskum gassi til “óvinarlig” lond

2022-03-31 23:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta upplýsir Vladimir Putin, forseti, nú Vesturheimurin hevur sett sanktiónir í verk móti Russlandi. 

Fleiri lond í Evropa eru sera heft av russiskum gassi, olju og koli. Her ikki minst størsti búskapurin í Evropa, Týskaland. EU innflytir nærum 43% av gassnýtsluni og 25% av oljunýtsluni  úr Russlandi. 

Tað stendur púra greitt, at hóast Vesturheimurin vil  minka ella steðga innflutningin av olju og gass úr Russlandi, so  kann hann kortini  ikki vera hvørki olju ella gass úr Russlandi fyriuttan. Og neyvan fara tiltøk at minka um nýtsluna at muna stórvegis. Tí verður nú gitt um avleiðingarnar, um Putin ger álvara av hóttan síni at skrúva fyri gassinum til Evropa. Hetta fer tó neyvan at henda eftir einum degi.

Fyrrverandi ráðharri  í russisku stjórnini sigur við BBC Newnight í kvøld, at helst verða fyrst samráðingar millum partarnar, áðrenn ítøkilig stig verða tikin til at skrúva fyri gassinum til Evropa. 

Tað stendur greitt, at lond í Evropa fara neyvan at líða boðunum frá Putin at gjalda í rublum fyri gassið. Henda spenta støðan kann fara at skunda enn meira undir orkuprísirnar. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder