Hetta hendir eftir, at Gazprom hevur steðgað veitingini í tríggjar dagar fyri at umvæla Nord Stream 1 gassleiðingina. Avgerðin kemur ikki óvart á lond í Evropa, sum eru sera heft at russiskum gassi. Tey hava og her serstakliga Týskland og Italia leingi ávarað um, at ætlanin hjá Russlandi hevur alla tíðina verið at brúka gass- og oljuútflutningin til Evropa sum vápn móti sanktiónunum Vesturheimurin hevur sett í verk móti Russlandi í sambandi við innrásina í Ukraina.
Russar siga, at orsøkin til, at kaðalin ikki kann lata uppaftur fyri gassinum er ein leki, og at tað ber ikki til at siga, nær latið verður uppaftur.
Hetta kemur sera illa við fyri Evropa, nú veturin stendur fyri framman. Hóast ES og lond í Evropa royna at fyrireika seg til møguliga sparing í orkunýtsluni, so koma tíðindini um avgerðina hjá russum heilt at steðga allari gassveiting til Evropa sum ein byrða omaná byrðu, nú londini frammanundan hava verið 80% av gassveitingini úr Russlandi fyriuttan.
Fyritøkan Siemens, sum stendur fyri umvæling av Nord Steam 1 sigur í eini viðmerking, at eingin orsøk er til at skrúva fyri gassveitingini. Felagið hevur sæð lekan, sum Gazprom sigur má umvælast og sigur, at tað er ikki neyðugt at skrúva fyri gassinum kortini.
Upprunaliga var ætlanin at lata uppaftur fyri gassveitingini leygardagin, nú eftir at veitingin hevur verið steðgað í tríggjar dagar vegna umvæling og eftirlit.
Eygleiðarar siga, at kemur eingin avkláring komandi dagarnar, kann tað fáa orkuprísirnar at hækka munandi. Og hækkar gassprísurin, so plagar streymprísurin at fylgja við, og tað kann gerast ein vanlukka fyri Evropa, har húsarhald longu stríðast við høgu streymprísunum.
Russisku tíðindini um Nord Stream 1 gassveitingina koma um somu tíð, sum G7 londini skulu hava fund um ma. at seta tiltøk í verk móti russiskum gassi. Fyrrverandi russiski forsetin Medvedev sigur, at fara G7 londini at seta í verk prísavmarkingar av russiskum gassi, so fer Vesturheimurin ikki at fáa gass. Hetta skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald