Ein av týðandi avgerðunum hjá oljufeløgunum, nú tey skulu til at flyta seg í grøna orkuskiftinum, er at minka um útlátið frá bæði verandi og komandi framleiðslum. Og eitt av mest týðandi amboðunum at røkka hesum málinum er at elektrifisera bæði verandi og komandi pallar tvs. at kunna útvega streym frá eitt nú vindmyllum til havs ella vatnorkuverkum á landi út til pallarnar til havs. Hóast hetta verður mett at vera ein kostnaðarmikil uppgáva so eru bæði myndugleikar og vinnan í Noregi farin miðvíst undir at elektrifisera olju- og gassleiðir á norska landgrunninum.
Nýggjasta stigið á hesi leið er ein sera umfevnandi verkætlan at elektrifisera ein av stóru pallunum á landgrunninum, Oseberg. Equinor, sum er fyristøðufelag, hevur júst kunngjørt eina ætlan at partselektrifisera Oseberg fyri 10 mia. norskar kr. Ein stórur partur av arbeiðinum fer til norskar veitarar. Arbeiðið, sum byrjar í næstum, skal vera liðugt í 2026. Tá fer tað eisini at kunna framleiða og útflyta nógv meira gass enn í dag. Tørvurin á gassi í Evropa er í stórum vøkstri serstakliga nú veturin er komin í fleiri londum.
Roknað verður við at umleið 70% av uppgávunum at elektrifisera pallar í Norðsjónum fer til norsku veitaravinnuna. Ein av fyritøkunum, sum hevur fingið fleiri av uppgávunum hjá Equinor er Aibel, sum í dag hevur ikki minni enn 14 mia. norskar kr. í ordrabókunum. Av hesum er stórur partur elektrifisering av pallum til havs, har streymurin kemur úr landi.
Tað nýggja í arbeiðinum hjá Aibel er, at meira enn helvtin av uppgávunum nú snúgva seg um grønar orkuloysnir. Hesar verða mettar at kunna minka munandi um útlátið av CO2, so hóast fleiri halda, at elektrifiseringin er alt ov kostnaðarmikil og trupul, so er hon rætta leiðin at ganga, nú grøna skiftið snýr seg um at fara frá olju og gassi sigur stjórin í Aibel, Mads Andersen við E24. Umfamt Oseberg er Aibel eisini við í arbeiðinum at elektrifisera Kårstø, Snøhvit, Sleipner, Gina Krog og Johan Sverdrup olju- og gasskeldurnar.
Norska Stórtingið hevur samtykt, at oljuvinna skal minka um útlátið við 50% innan 2030, og sambært vinnuni er júst elektrifiseringin ein týðandi táttur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald