Í samrøðu við NRK sigur hann, at hann kennir stóra ábyrgd fyri útlátinum, sum rakar jørðina. Og sigur hann seg hava lykilin til loysnina at koma útlátinum til lívs.
Fyritøka hansara “Fortescue” hevur í hyggju at byggja eina ammonikkverksmiðju í bygdini Svelen í Bremanger kommunu í Norra. Hann ætlar eisini at byggja eina líknandi verksmiðju í Hemmes í Nordland.
Tað er greitt, at verksmiðjurnar fara at hava tørv á sera nógvari streymorku til framleiðsluna.
So stórur verður tørvurin á streymi til at framleiða ammoniakk til svongu sjóvinnuna eftir nýggjum brennievnum, at tað fer at svara til tað, sum øll húsarhald í Oslo brúka.
Verksmiðjan í Bremanger fer einsamøll at hava tørv á eins nógvum streymi sum størstu olju- og gasskeldurnar í Norra brúka, Troll, Oseberg og Njord.
Endamálið við nýggju verksmiðjunum er at framleiða ammoniakk sum brennievni til skip. Skipaferðslan í heiminum stendur fyri 2% av altjóða útlátinum av veðurlagsgassum sambært IEA.
Fleiri halda, at ammoniakk, sum verður gjørt við streymi frá varandi orkukeldum, er framtíðin. Forrest vil brúka milliardir til hesa framleiðsluna. Ammoniakkið kann eisini brúkast til kunsttøð í landbúnaðinum. Í løtuni bíðar australski ríkmaðurin eftir at fáa loyvi til at byggja. Verkætlanin fer at geva arbeiði til 35 fólk ella kanska tvífalt tað. Kortini eru mong sera ivasom um ætlanina. Og ein orsøkin er tann, at henda verkætlanin einsamøll fer at brúka so nógvan streym, at streymprísurin fer upp í loft.
Nógvar aðrar vinnur í Noregi hava tørv á streymi til sína framleiðslu, og tí fer ein slík stór verkætlan sum henda hjá ríkmanninum at hava stóra ávirkan. M.a. liggur stálverkið Elkem í grannalagnum, og tað fer at hava sera stóran tørv á streymi í framtíðini eisini. Fyritøkan framleiðir silisium, sum verður brúkt í mikrochips í datamaskinum. Og hon ber ótta fyri, at streymprísurin fer at hækka, um framleiðslan av ammoniakki fer í gongd.
Hóast hetta bendir nógv á, skrivar NRK, at meiriluti av kommunulimmunum fer at geva loyvi til útbyggingina.
Kring alt Norra eru ætlanir um at byggja verksmiðjur til framleiðslu av bæði vetni og ammoniakki.
Norska Statnett hevur longu givið grønt ljós til at binda ammoniakkverksmiðjuna í netið. Og ES hevur játtað 2 mia. kr. í stuðuli. Og í norska Stórtinginum eru politikarar sera jaligir til nýggju verkætlanina. Um somu tíð hevur Hydro boðað frá, at tað fer at útbyggja vindorkuna. Enn veit eingin, hvussu stórur tørvurin verður á streymi til ammmoniakkframleiðsluna.
Enn er ikki klárt til at fara í gongd. Men miðjað verður móti at seta spakan í í 2025 og fara undir framleiðslu í 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald