Uttanlands

Hormuzsundið stongt aftur

Tað boðar iranski herurin frá í morgun

Hormuzsundið (Savnsmynd)

Hormuzsundið (Savnsmynd)

2026-04-18 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð boðað frá, at Hormuzsundið var latið uppaftur fyri skipaferðslu, men í morgun boðar iranski herurin sambært altjóða miðlum frá, at sundið er stongt aftur.

Sundið, sum er ein týðandi flutningsleið, er undir strangum iranskum eftirliti, tí at USA framhaldandi blokerar fyri iranskar havnir, verður sagt.

Í gjárkvøldið og fyrr í morgun boðaðu fleiri miðlar annars frá, at skip vóru byrjað at sigla gjøgnum Hormuzsundið aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder