Innanlands

Risastórur dreki framleiðir streym inn á netið hjá SEV

Eitt søguligt vegamót í arbeiðinum hjá Minesto og SEV at fáa til høldar sjóvarfalsorku frá nýggja drekanum Dragon 12

2024-02-09 21:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta boðar Minesto frá í tíðindaskrivi, nú seinasta útbyggingin av sjóvarfalsorku verkætlanini í Vestmannasundi hevur rokkið eitt sera týðandi vegamót.

Í morgun framleiddi nýggi og stóri drekin fyrsta streymin inn á netið hjá SEV. Hetta er fyrstu ferð, at ein so stórur dreki framleiðir orku inn á netið. Drekin er ein menning av hesi sjóvarfalsorku-verkætlanini, sum nú hevur verið á royndarstigi í fleiri ár. Drekin er 12 metrar breiður og vigar 28 tons. Hann verður festur í undirgrundina  og hevur eina framleiðsluroku, sum er 10 ferðir størri enn við núverandi Dragon 4 drekanum. 

[object Object]

-Hetta er ein stórur dagur fyri Minesto. Vit hava rokkið einum týðandi vegamóti í søguni hjá Minesto við at framleiða streym inn á netið við okkara framkomna orkuverki. Vit eru bæði ernir og glaðir um hetta og hyggja frameftir  sigur Martin Edlund, doktari og stjóri í Minesto og vísir á, at tað Minesto hevur rokkið higartil er heilt einastandandi og hevur verið við til at seta dagskránna innan varandi orku. 

[object Object]

Svenska fyritøkan Minesto  tryggjaði sær nú um dagarnar nærum 300.000 dollara játtan frá svenska orkustovninum “Swedish Energy Agency”  til tess at betra útgerðina í sambandi við sjóvarfalsverkætlanina í Vestmannasundi. Henda játtan fer at hava stóran týdning fyri víðari menningina av verkætlanini í Vestmannasundi skrivar heimasíðan hjá Minesto.

-Vit eru sera fegnir um, at svenski orkustovnurin heldur fram við at stuðla Minesto. Íløgan fer at gera Minesto betri ført fyri at halda fram við at menna verkætlanina við sjóvarfalsorku sigur Martin Edlund, stjóri í Minesto.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder