Uttanlands

Rosebank á rættari kós 

Framleiðslan av olju og gassi nær føroyska markið byrjar sum ætlað í 2026

Tað verður pallurin Deepsea Atlantic, sum fer at bora í fyrsta lagi 7 brunnar tætt við føroyska markið tíðliga í 2025.

Tað verður pallurin Deepsea Atlantic, sum fer at bora í fyrsta lagi 7 brunnar tætt við føroyska markið tíðliga í 2025.

2024-03-26 13:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Hesar seinastu dagarnar hava tíðindi gingið um, at óvæntaðar avbjóðingar hava tikið seg upp í sambandi við útbyggingina av Rosebank oljukelduni sambært skotska miðlinum Energy Voice.  

Helen Chestnutt frá Equinor sigur, at  Rosebank verkætlanin er  “largely on schedule”,  tvs. sum heild á rættari leið, nú framleiðslu- og goymsluskipið Petrojarl Knarr er í Dubai, har tað verður nútímansgjørt og gjørt klárt til framleiðslu um tvey ár. 

[object Object]

Hon sigur, at FPSO skipið gevur teimum óvæntaðar avbjóðingar, har tey ikki høvdu roknað við slíkum. Men har eru eisini góð tíðindi. Tí einki er, sum kann broyta sjálva tíðarætlanina sigur Chestnutt og vísir á, at boringarnar og sáttmálar um sjálvar brunnarnar eru komin uppá pláss. Boring av teimum umleið 7 brunnunum og møguliga fýra aftrat fer sum ætlað at byrja á vári 2025. 

[object Object]Soleiðis fer tað at síggja út um gott og væl eitt ár, tá framleiðsluskipið "Petrojarl Knarr" verður togað á leiðirnar við Føroyar at framleiða olju og gass komandi 25 árini. 


Longu nú er greitt, at tað verður boripallurin "Deepsea Atlantic" hjá borifelagnum Oddfjell, sum skal bora teir mongu brunnarnar skamt frá føroyska markinum í øðrum ársfjórðingi næsta ár.

Forarbeiðið til at gera verkætlanina til veruleika er komið væl ávegis. 

Arbeitt verður framvegis við at framleiða fyrstu oljuna í fjórða ársfjóringi í 2026.

[object Object] 

Rosebank verkætlanin vakti stóran ans í Føroyum, tá bretskir myndugleikar í september í fjør góvu grønt ljós til útbygging, eftir at mótstøðan frá eitt nú umhvørvisfelagsskapum hevði fylt nógv í Bretlandi. Ongantíð áður er ein olju- og gasskelda vorðin útbygd so nær Føroyum. 

Nú tá keldan liggur so nær við Føroyar hevur tað fingið veitaravinnuna í Føroyum at vísa hesi stóru verkætlanini áhuga og ans, og fyrr í ár tóku FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólkur og Sjóvinnufelagið  stig til at fáa leiðsluna í Equinor í Bretlandi til Føroya at síggja, hvat føroysk veitaravinna hevur at bjóða av vørum og tænastum til eina útbygging, sum liggur so nær markinum.

 [object Object]Nú Rosebank keldan er góðkend til útbygging verður bíðað eftir, at enn ein stór kelda uppaftur nærri markinum, Cambo verður góðkend. Tað kann henda í hesum árinum. 

[object Object]


Tað er greitt, at fyri Jarðfeingi og leiting við Føroyar kann Rosebank verkætlanin eisini hava áhuga. Tí at bora ikki færri enn sjey sonevndar "appraisal" brunnar í sambandi við eina nýggja útbygging, kunnu fáast nógvar nýggjar upplýsingar og data um undirgrundina tætt við markið og helst eisini tvørtur um markið. Tvs. at Føroyar kunnu fáa gagn av Rosebank bæði tá talan er um veitingar, og tá tað snýr seg um at fáa nýggja vitan um undirgrundina beint eystan fyri markið. 

Á hesum leinkjum fæst meira at vita um Rosebank verkætlanina.

https://www.equinor.com/news/20230927-rosebank-field-to-progress-in-the-uk

https://www.equinor.com/energy/rosebank


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder