Russiska oljufelagið, Gazprom, hevur stongt fyri gassveitingini til niðurlendska felagið GasTerra. Tað boðar Gazprom frá í dag, sambært Reuters.
Hetta hendir eftir at GasTerra hevur víst aftur russiska kravinum um, at gjaldast skal í russiskum ruplum.
- Gazprom hevur støðgað allari gassveiting til GasTerra orsaka av vantandi gjalding í ruplum, ljóðar fráboðanin frá Gazprom.
Frammanundan hevur Russland støðgað gasveitingini til Finnlands, Polands og Bulgaria, sum eisini hava sýtt fyri at rinda við russiskum gjaldoyra.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, boðaði frá kravinum um gjald í ruplum í mars. Kravið er galdandi fyri ‘óvinarligar statir’, ljóðaðu boðini.
Hetta kom eftir at ES-londini høvdu sett í verk handilsforðingar móti Russlandi orsaka av innrásini í Ukraina.
Niðurlond fáa umleið 15 prosent av gassinum úr Russlandi. Í ES er miðal fyri tey 27 limalondini umleið 40 prosent.
Eisini í Danmark kann tað henda, at Gazprom steingir fyri veitingini. Danska felagið Ørsted hevur eisini sýtt fyri at rinda fyri russiskt gass í ruplum.
Felagið segði í gjár, at tað hevur fyrireikað seg til, at Gazprom fer at steingja fyri gassinum. Ørsted hevur tí fylt allar sínar gassgoymslur í Danmark og Týsklandi, skrivar Ritzau.
Ørsted hevur í samstarvi við danskar myndugleikar lagt eina ætlan fyri, hvat skal henda, um so er, at felagið ikki megnar at veita gass til sínar kundar, segði felagið í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald