Uttanlands

Russisk olja: Trump hóttir aftur India

Hóttir við at økja tollin við enn 25% til 50%, um India ikki gevst at keypa russiska olju

2025-08-07 11:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Amerikanski forsetin hevur eftir øllum at døma fingið sera ilt av framhaldandi indiska innflutninginum av russiskari olju. Herfyri hótti hann við at hækka tollin á indiskum vørum við 25%, um India ikki gavst við at keypa olju úr Ruslandi. Nú hóttir hann við at tvífalda tollin til 50%, nú indiska stjórnin eftir øllum at døma ikki ætlar at akta kravboðini úr Washington.

Indiska stjórnin sigur, at USA hevur áður góðkent, at India keypir olju úr Ruslandi og skilir ikki, hví landið nú skal steðga hesum. India, sum er heimsins fólkaríkasta land, tørvar orku so tað forslær, og oljan úr Ruslandi hevur alstóran týdning fyri indiska samfelagið. Fyrr hevur USA eisini kravt av India, at tað gevst at keypa olju úr Iran og Venzuela. 

[object Object]Hóast góðu viðurskiftini millum USA og India eru í vanda, so tykist Trump at halda fast um sítt krav, at landið skal gevast at keypa russiska olju. 


Hóast indiska stjórnin vísir á hetta,  tykist Trump ikki at taka tað til sín men bara herðir síni krøv. Hann sigur, at India eigur lut í russiska krígnum í Ukraina, tí tað ger tað møguligt hjá russum at halda fram við krígnum, har túsundtals ósek sivil verða dripin. Rætt og slætt er India við til at halda russisku krígsmaskinuni gangandi. 

Í gjárkvøldið segði amerikanski forsetin, tá hann varð spurdur, hví USA ikki setir somu krøv til onnur lond, sum innflyta russiska olju, at hann møguliga fór at áleggja Kina somu krøv sum India. Kina er stórinnflytari av russiskari olju. 

Indiska stjórnin ætlar sær ikki at gevast við keypa russiska olju, tí henda hevur altavgerandi týdning fyri indiska samfelagið. Leiðslan í New Delhi heldur tað vera bæði órættvíst og órímuligt av USA at krevja, at India kvettir eina av orkulívæðrunum. 

Stóri amerikanski miðilin Wall Street Journal, sum vanliga stuðlar Trump, spyr í grein í morgun, um Trump veruliga hevur hugsað seg nóg væl um, tá hann fer í hernað móti einum stórveldi, sum fleiri amerikanskir forsetar hava gjørt nógv fyri at knýta vinarbond við og harvið forða tí at fara í part við Kina og Ruslandi.

At seta tiltøk í verk móti India, samtíðis sum tú letur Kina sleppa undan tiltøkum fer neyvan at bøta um vinarlagið millum USA og India skrivar blaðið og vísir á, at Kina er tað landið, sum innflytur mest av olju úr Ruslandi. -Tað er at vóna, at Trump hevur eina strategiska ætlan við sínum tiltøkum móti India, og spurningurin er, um hon ikki snýr seg um at raka Putin í síðsta enda, tí uttan inntøkurnar frá India fer russiski krígsídnaðurin, sum heldur lív í krígnum í Ukraina, at fáa trupulleikar.

Blaðið vísir á, at hendir tað, at fleiri lond fara at gevast við at keypa russiska olju, so fer tað at fáa avleiðingar fyri marknaðin og í síðsta enda at fáa Opec at lata upp fyri sínum goymslum. 


Keldur: Finansavisen, Bloomberg, Wall Street Journal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder