Uttanlands

Russisk skip bannað at brúka bretskar havnir

Danski uttanríkisráðharrin hevur á fundi við uttanríkisráðharrarnar í ES skotið upp, at russisk skip verða útilokað frá øllum havnum í ES

Russiskur tangabátur lastar olju í Hetlandi

Russiskur tangabátur lastar olju í Hetlandi

2022-02-28 23:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Í dag fingu allar havnir í Bretlandi boð um at banna skipum undir russiskum flaggi ella sum eru skrásett og við tilknýti til russar og Russland at brúka bretskar havnir.

Hetta skrivar Reuters. Bretski flutningsráðharrin Grant Shapps hevur júst skrivað til allar bretskar havnir og sagt frá, at nærri kunning um sanktiónir móti russiskum skipum verður kunngjørd í næstum. 

-Maritima økið er grundleggjandi fyri altjóða handil, og vit mugu gera alt tað vit kunnu fyri at avmarka búskaparligu áhugamálini hjá Russlandi stendur m.a. í brævinum. Eisini í Danmark verður arbeitt við eini ætlan at banna russiskum skipum at koma í danskar havnir. 

Avgerðin at banna russiskum skipum at leggja at í bretskum havnum kemur eftir, at russisk tangaskip hava og skulu lasta olju í Hetlandi og Orknoyggjum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder