Eitt av heimsins størstu gassfeløgum russiska Gazprom, sum staturin eigur, hevur avgjørt at steðga flutninginum av gassi gjøgnum Yamal gassleiðingina til Evropa. Hon gongur gjøgnum Hvítarussland og Póland og veitir gass til m.a. Týskaland.
Roknað verður við, at avgerðin fer at raka meint fleiri fyritøkur í bæði Pólandi og Týskaland, sum eru partur av russiska gassinnflutninginum.
Frammanundan hesi seinastu avgerðini hevur Russland longu stegðað gassútflutninginum til Pólands og Bulgaria. Við hesi seinastu avgerðini kann Týskaland verða meint rakt, tó at tað í løtuni bert innflytur 3% av russiska gassinum gjøgnum Yamal leiðingina. Stóri partur av russiska gassinum kemur gjøgnum tvær gassleiðingar, sum ganga gjøgnum Ukraina.
Vandin er so, at verða hesar gassleiðingar órógvaðar ella skaddar undir krígnum, so kann tað koma at gera støðuna hjá Týskalandi uppaftur verri. Og verður orðið dramatiskt m.a. brúkt í NRK um framtíðar orkustøðuna í Týskalandi, eitt nú tá veturin aftur nærkast.
Spurningurin um russiska gassið gerst alt meira álvarssamur fyri ávís lond í Evropa, nú tey eru so bundin at russiskum gassi umframt olju og koli.
Innan stutta tíð fellur hamarin fyri tey lond, sum ikki vilja gjalda Russlandi í ruplum fyri gassið. Tað hava flestu lond longu víst aftur og teirra millum er Týskaland, sum tó ikki enn hevur tikið endaliga avgerð í hesum málinum.
ES lond hava so svarað aftur, at tey vilja finna alternativar møguleikar, sum kunnu koma ístaðin fyri russiska gassið. Men hetta er lættari sagt enn gjørt, tí tað er avmarkað, hvussu nógv gass eitt nú størsti framleiðarin eftir Russland, Norra, kann útvega londum m.a. í Eysturevropa, hvørs innflutningur úr Russlandi verður raktur. Bæði í Norra og Bretlandi hava stjórnirnar roynt at skunda undir orkufeløg um bæði at økja íløgur í varandi orkukeldur eins og í olju- og gassframleiðslur.
Um somu tíð, sum støðan gerast álvarslig fyri fleiri lond í Evropa, er greitt, at boykott av russiskum gassi eisini rakar russiska landskassan meint. Búskapurin er rætt og slætt sera bundin at útflutninginum av russiskum gassi. Víst hevur verið á, at Russland kann koma væl burtur úr støðuni við at útflyta meira gass til lond í Asia. Men tað er ein sannleiki við modifikatiónum, tí mett verður , at tað fer at taka upp til 10 ár at menna undirstøðukervið, sum kann flyta gass úr Russlandi til Asia umframt at hetta fer at verða sera dýrt.
Enn hava ikki verið nógvar viðmerkingar frá eitt nú ES til seinastu russisku atgerðina við at steðga gassflutninginum gjøgnum Yamal leiðingina til partar av Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald