Dmitrij Peskov, talsmaður fyri russiska forsetan Vladimir Putin, sigur, at Evropa kann takka sær sjálvum fyri teir trupulleikar londini hava við gassveitingini. Hetta sigur hann stutt eftir, at Russland skrúvaði frá aftur fyri gassveitingini gjøgnum Nord Stream1 leiðingina til Evropa, sambært Energy Watch.
Sambært Peskov, sum verður mettur at vera høgra hond hjá Putin, hava russar ongan áhuga í at skapa trupulleikar fyri gassveitingina til Evropa. Tað eru harafturímóti sanktiónirnar móti Russlandi, sum eru orsøkin til trupulleikarnar.
-Allir tøkniligir trupulleikar við veitingunum stava frá sanktiónunum, sum lond í Vesturheiminum hava sett í verk móti Russlandi. Hann vísir eisini aftur úttalilsunum hjá ES forkvinnuni Ursula von der Leyen um, at Russland brúkar gassveitingarnar sum politiskt vápn. -Einki høpi er í hesi útsøgnini sigur Peskov.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald