Uttanlands

Russland fyrireikar seg at lata uppaftur gassleiðing til Evropa

Hetta hendir um somu tíð sum ES lond fyrireika seg at minka gassnýtsluna við 15% vegna óttan fyri, at Russland ikki letur uppaftur Nord Stream 1

2022-07-20 15:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Í morgin er freistin hjá Russlandi at umvæla Nord Stream 1 gassleiðingina til Evropa farin, og tað ljóðar, at Russland ætlar at lata uppaftur fyri veitingini til í hvussu er ávís lond. Hetta veit Reuters at siga frá ónavngivnum keldum. ES hevur annars borið ótta fyri, at gassveitingin fór ikki at vera latin uppaftur, tá upprunaliga umvælingin er liðug hósdagin. Tað fer so morgindagurin at vísa. 

Meira enn ein triðingur av gassveitingunum til Russland til ES fer vanliga gjøgnum Nord Stream 1 rørleiðingina, sum varð stongd 11. juli fyri at kunna gera umvælingararbeiði í 10 dagar. Sambært Reuters fer gassleiðingin at lata uppaftur sum ætlað men kortini við avmarkingum. 

Longu í juni varð veitingarorkan til ES skerd til 40%. Orsøkin skuldi vera, at ein gassturbina frá Siemens Energy var ikki komin fram til tíðina. 

Tað hevur annars ljóðað, at Gazprom, sum stendur fyri størsta partinum av gassveitingini úr Russlandi, fór at seta í verk sokallað  "force majeure” steðg móti veitingum til eitt nú Týskland við grundgeving, at ávísar orsøkir eru til at steðga veitingunum til landið. Hetta er kortini ikki váttað. 

Annars eru ES lond samd um at avmarka gassnýtsluna við 15%, skuldi tað hent, at Russland ikki letur uppaftur fyri gassveitingini gjøgnum Nord Stream 1. 

Keldur: Reuters og Energy Watch

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder