Felagið sigur, at Letland hevur ikki hildið avtaluna um at taka ímóti gassi men ger ikki greitt, hvat tað merkir.
Higartil hevur Russland steðgað gassveitingini til fleiri lond í Evropa, Danmark, Finland, Póland, Bulgaria og Háland. Hetta er gjørt, tí londini ikki vilja gjalda í ruplum.
Vesturheimurin skuldsetur Russland fyri at brúka gassveitingina sum amboð í einum búskaparligu kríggi móti sanktiónunum, sum serliga ES hava sett í verk móti Russlandi.
Russland er heimsins størsti framleiðari av gassi. Í mars segði Putin, at øll lond, sum eru óvinarlig móti russisku innrásini í Uraina, skulu í framtíðini rinda í ruplum fyri gassið, um tey framhaldandi vilja keypa russiskt gass.
Týsdagin samdust ES lond um at avmarka nýtsluna av gassi, nú veturin nærkast. Hóast ES nevndin hevur strongt á at fáa londini at binda seg til eina skerjing uppá 15% komandi mánaðirnar, so hevur ikki verið gjørligt at fáa eina semju, tó at londini eru samd um sjálvboðin at skerja gassnýtsluna.
Seinasta stóra tiltakið frá russiska síðu var tá landið herfyri skrúvaði fyri gassveitingi til Týskland gjøgnum Nord Stream 1 leiðingina. Hon letur nú bara 20% av tí gassi, sum annars fer gjøgnum leiðingina, tá hon koyrir við mestu ferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald