
Spurningurin um oljuleiting og orkuvirksemi báðumegin markið millum Føroyar og Bretland varð eisini partur av viðgerðini av røðu løgmans á ólavsøku, tó at hetta ikki fylti so nógv undir allari viðgerðini. Tað var sertakliga tingkvinna Fólkafloksins, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, sum vísti á týdningin at skunda undir leitingina eftir olju og gassi og heitti á landsstýrið um at seta í verk tiltøk til tess at økja um áhugan fyri leiting.
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, tingkvinna her á tiltaki á Hotel Hilton um stóru olju- og gasskelduna Rosebank eystan fyri markið, saman við Richard Mortensen frá Mest. Mynd Jan Müller.
Hon spurdi landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, um ikki tað hevði verið skilagott at hugt eftir olju- og gasstilfeingi í undirgrundini til tess at útvega nýggjar inntøkur og arbeiðspláss. -Hevur Ruth Vang hugsað um at víðka um møguleikarnar so vit fáa fleiri inntøkur og harvið gera køkuna størri og har m.a. Suðuroyartunnilin uppá sikt kann gera, at vit fara eftir oljuni, sum er okkara megin markið?
Stórt framleiðslu- og goymsluskip kemur á leiðirnar við Føroyar um ikki so langa tíð, har tað skal framleiða komandi 20 árini.
-Tað er sera týdningarmikið at fylgja við tí virksemi, sum hendir hinumegin føroyska markið, og um tað visir seg at vera meira aktuelt aftur at leita eftir olju i føroyskum øki, tá haldi eg, at tað hevði verið upplagt at gjørt Suðuroynna til ein oljudepil og tá blívur tað heilt átrokandi at fáa gjørt ein Suðuroyartunnil. og hvør veit kanska fara tingini at loysa seg av sær sjálvum fyri okkum eisini við Suðuroyartunnlinum, segði Ruth Vang.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum rúnarbindur og hugtekur vinnulívsfólk á tiltaki í Føroyum í fjør, sum umrøddi møguleikarnar hjá føroyskari vinnu at veita tænastur til útbygging av stóru Rosebank kelduni hinumegin markið. Mynd Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald