Innanlands

Sáttmáli um gassoljuveiting til landsins bygningar gjørdur við Sp/f Thomsen

Landsverk hevur undirskrivað treytaðan sáttmála við Sp/f Thomsen, um veiting av gassolju til landsins bygningar, umframt til asfaltverkið og bitumengoymsluna hjá Landsverki

Marjun W. Thomassen, stjóri, Landsverk og Tórhallur Thomsen, stjóri, Sp/f Thomsen

Marjun W. Thomassen, stjóri, Landsverk og Tórhallur Thomsen, stjóri, Sp/f Thomsen

2026-07-10 11:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

20. mars 2026 var útboð av gassoljuveiting til landsins bygningar og annan tørv. Veitingin kemur at fevna um umleið 1,5 mio. litrar árliga, tó so at nøgdirnar væntandi koma at minka enn meiri næstu árini vegna umleggingar til grøna orku.

Trý tilboð komu inn og lægsta boð hevði Sp/f Thomsen.

Landsverk hevur nú undirskrivað treytaðan sáttmála við Sp/f Thomsen, um veiting av gassolju til landsins bygningar, umframt til asfaltverkið og bitumengoymsluna hjá Landsverki. Sáttmálin er treytaður av endaligari ISO-góðkenning.

Endamálið við útboðnum er at tryggja, at landið kann fáa sum mest fyri skattgjaldarans pening, umframt at tað eisini verður nýtt, sum liður í verkætlanini Orkutøk, hvørs endamál bæði er at minka um orkutørv og flyta okkum mótvegis einari grønari loysn til nøktan av orkutørvinum hjá landsins bygningum.

Landsverk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder