Í 2030 fer Týskland at fáa 80 prosent av sínari elorku frá grønum orkukeldum.
Tað heldur týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, sum leygardagin helt røðu fyri starvsfólkum á stóru orkufelagnum RWE.
– Vit eru við at koyra ferð á. Vit gera framstig. Vit náa tað, segði hann.
Scholz vísir á, sambært Ritzau, at meira ferð er komið á góðkenningina av nýggjum sólorku- og vindmyllulundum, og nú er eftir at tryggja, at tað ikki bara er góðkenningin men eisini byggingin, sum fer at ganga skjótt.
Týski samveldiskanslarin segði eisini, at stjórn hansara arbeiðir við at tryggja, at orkuveitingin hjá Týskalndi verður "trygg, álítandi og til at gjalda".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald