Uttanlands

Semja um avtalu á COP30 í Brasil

Avtalan nevnir tó ikki olju, gass og kol men vísir til semju frá COP28 um fossil brennievni.

Lula forseti í Brasil segði undan ráðstevnuni í Brasil, at olja og gass hava alstóran týdning fyri búskapin í Brasil og onnur lond í Suðuramerika. Roynd hjá m.a. Danmark at fáa fossil brennievni nevnd og við í avtaluna hevur ikki fingið nóg stóra undirtøku.

Lula forseti í Brasil segði undan ráðstevnuni í Brasil, at olja og gass hava alstóran týdning fyri búskapin í Brasil og onnur lond í Suðuramerika. Roynd hjá m.a. Danmark at fáa fossil brennievni nevnd og við í avtaluna hevur ikki fingið nóg stóra undirtøku.

2025-11-22 19:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast lond við m.a. Danmark á odda royndu at fáa eina tíðarætlan fyri avtøku av fossilum brennievnum við í avtaluna, so var ikki undirtøka fyri tí. Ístaðin verður víst til avgerðina, ið varð tikin á COP28 ráðstevnuni í Dubai, har fossil brennievni vórðu nevnd og at heimsins lond skulu flyta seg burtur frá fossilari orku.  Hesi verða kortini ikki nevnd í sjálvari avtaluni, sum nú er gjørd í Brasil.

Kortini eru lond fegin um fleiri av úrslitunum. Ein týðandi partur snýr seg um, at ríkaru londini skulu stuðla menningarlondum, sum verða rakt av veðurlagsbroytingum. Víst verður á, at ríkaru londini, sum eru orsøkin til stóran part av útlátinum, skulu stuðla teimum fátækaru londum í stríðnum móti veðurlagsbroytinum.

[object Object]

Danski veðurlagsráðharrin á ráðstevnu í Brasil.

Stóra broytingin, sum er hend í royndunum at fáa semju um eina avtalu, kemur frá ES londunum. Tí eina løtu hóttu londini í ES at taka seg heilt úr eini komandi avtalu, m.a. vegna mótstøðuna móti at fáa fossilu brennievni nevnd og at vilja stuðla nýggjum málum fyri útláti av CO2. Nú ymsar  broytingar eru gjørdar hevur ES sagt seg vilja taka undir við eini avtalu.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder