Innanlands

Sev: Elbilaøkið í støðugari menning

-og fyri slóðbrótandi broytingum. Tí søkir Sev eftir starvsfólki.

2026-02-02 20:34 Author image
Jan Müller
placeholder

-Elbilaøkið er í støðugari menning og fyri slóðbrótandi broytingum. Sum liður í arbeiðnum við grønu kósini setir Sev upp almennar løðistøðir kring alt landið, og veitir harumframt løðistøðir til privatar og vinnuligar kundar. Hetta staðfestir Sev á síni heimasíðu. 

Tað er orsøkin til, at  fleiri spennandi størv eru leys at søja. Sóknast verður m.a. eftir nærløgdum og tænastusinnaðum skrivstovufólki til Elbiladeildina og umsitara av viðlíkahaldsskpanini.

Á heimasíðuni hjá Sev kunnu vit annars lesa hetta: 

-Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder