Innanlands

Sev: Elframleiðslan setti tvey met í januar

Eftirspurningurin eftir elorku var hægri enn nakrantíð fyri ein mánað, og vinforkan setti eisini met

(Savnsmynd: Jan Müller)

(Savnsmynd: Jan Müller)

2026-02-07 09:49 Author image
Alda Nielsdóttir

Tvey met sett í elframleiðsluni í januar 2026.

Eftirspurningurin eftir elorku var hægri enn nakrantíð fyri ein mánað, og kom upp á góðar 49 GWt, skrivar Sev.

Gamla metið var januar í fjør, tá elframleiðslan var góðar 47 GWt.

Veðrið hevði eisini við sær, at hetta var besti mánaðurin til vindorku, tí vindframleiðslan setti met við góðum 18 GWt.

Gamla metið var frá februar í fjør, tá vindorkuframleiðslan var 17,5 GWt, skrivar elfelagið.

Býtið í samlaðu elframleiðsluni í januar var 44% olja og 56% burðardyggar orkukeldur, t.e. vindorka 37%, vatnorka 18%, og biogass, sól og sjóvarfall var 1%.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald