Innanlands

SEV eykaaðalfund í dag

Á fundinum fer m.a. at verða greitt frá verkætlanini um pumpukipanina “Mýriverkið 2”

2023-12-08 09:13 Author image
Jan Müller
placeholder

Kl. 9.30 nú fyrrapartin fer SEV at hava sín regluliga eykaaðalfund á Hotel Hilton Garden Inn.

Á skránni er m.a. kunning um fíggjargongdina síðani ársaðalfundin. Uppskot til fíggjarætlan fyri komandi rakstrarár skal góðkennast, Somuleiðis skal uppskot um endurnýgging av loyvi/heimild til at SEV kann gera broytingar í teimum til eina og hvørja tíð verandi lániavtalu hjá SEV. Uppskot er frá Tvøroyrar kommunu um val av nýggjum varalimi fyri nevndarlimin fyri Suðuroy og loksins verður kunnað um verkætlanina viðvíkjandi pumpuskipan v.m. nevnd Mýruverkið 2. 

Seinnapartin í dag verður stórt tiltak á orkuverkinum á Sundi, har nýggj battarískipan verður tikin í nýtslu. Tað byrjar kl. 13.30 og er fyri innbodnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder