SEV: Streymveitingin til Kunoyarbygd og Kalsoynna er løgd í kaðal, og arbeiðið at taka sjálva loftlinjuna og steyrarnar niður er nú eisini liðugt. Økið er ikki serliga høgligt at koma til, tí var neyðugt at fáa tyrluna hjá Atlantic Airways at hjálpa, og arbeiðið gekk skjótt og væl.
– Vit ganga høgt uppí at rudda upp eftir okkum og at lata økið aftur í so góðum standi sum gjørligt, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið hjá SEV.
Linjan til Kunoyarbygd varð løgd í kaðal fyri nøkrum árum síðan, so loftlinjan hevur í høvuðsheitum veitt streym til alibrúkið hjá Bakkafrost útfyri Kunoyarnes. Hetta sambandið er nú eisini lagt í kaðal, so tørvur er ikki á loftlinjuni longur.
Steyrarnir og mastrarnar hava staðið uppi síðan síðst í 1950 árunum, og tá hevur mesta arbeiðið verið gjørt við handamegi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald