Fyri at gera tað lættari fyri verandi kundar, eru teirra vangar longu stovnaðir í nýggju appini, og teimum nýtist bert at fylgja leinkju í teldupostinum, sum tey hava fingið, fyri at koma inn á rætta stað.
Heimaløðistøðirnar eru fluttar yvir á nýggju skipanina, og almennu løðistøðirnar verða fluttar yvir fyrsta dagin. Tá tað er gjørt, verður verandi løðiportalur elbil.fo sløktur. Kunnað verður nærri um hetta seinni, skrivar Sev.
Fyrimunir við nýggju elbil appini:
Stýr løðingini - heima og alment: Byrja og enda løðingar beinleiðis á appini. Legg eisini gjaldskortið inn fyri at gjalda ómakaleyst við appini. Løðispjaldur kann eisini nýtast.
Snildløðing: Áset nær løðingin skal fara fram - til dømis tá streymurin er grønastur.
Nýtsluyvirlit: Fá greitt yvirlit yvir farnar løðingar, herundir nýttar kWt og krónur, løðing fyri løðing og mánaða fyri mánaða.
Kort yvir løðistøðir tú hevur atgongd til: Fá yvirlit yvir almennar løðistøðir, løðistøðir á tínum arbeiðsplássi, tína heimaløðistøð og møguligar aðrar, tú hevur fingið tillutað atgongd til.
Reika: Stórt netverk við upp móti 1 mió. løðistøðum kring heimin. Elbil appin kann lættliga nýtast í útlondum eins og í Føroyum.
Meira kunning um appina fæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald