Innanlands

SEV stjórin: Gevið grønt ljós til Eysturlund

-Tað er altíð keðiligt at steðga góðum tonkum og projektum, og tí vildi eg mælt til, at  man roynir at fáa málið við Eysturlund í Eysturoynni at rigga.

Hákun Djurhuus heldur avgjørt, at Eysturlund kann vera eitt stig á leiðini til at fremja grøna orkuskiftið. -Vit hava síðani 2014 arbeitt fyri at gerast 100% grøn og vilja gera alt fyri tað. Koma ikki aðrar vindmyllur upp, so hevði Eysturlund avgjørt verið eitt stig á leiðini. Mynd Jan Müller

Hákun Djurhuus heldur avgjørt, at Eysturlund kann vera eitt stig á leiðini til at fremja grøna orkuskiftið. -Vit hava síðani 2014 arbeitt fyri at gerast 100% grøn og vilja gera alt fyri tað. Koma ikki aðrar vindmyllur upp, so hevði Eysturlund avgjørt verið eitt stig á leiðini. Mynd Jan Müller

2024-11-27 14:29 Author image
Jan Müller
placeholder

So avgjørdur er stjórin í SEV, Hákun Djurhuus í samrøðu við Útvarpið. Talan er um risastóru verkætlanina at byggja eina vindmylnulund í Eysturoynni, ið skal kunna minka munandi um oljunýtsluni hjá tungu vinnuni í eitt nú Fuglafirði. Tað er orkufelagið EFFO, sum stendur aftanfyri verkætlanina, men skal hon fáa grønt ljós, so er neyðugt at broyta lógina.

Elveitingareftirlitið sigur seg ikki kunna geva Effo loyvi at byggja vindmylnulundina, tí sambært elveitingarlógini hevur SEV einkarrætt til netið.

Men sambært Hákuni Djurhuus er tað bara rætt at bjóða EFFO uppí netið. -Vit hava sagt bæði við EFFO og Elveitingareftirlitið, at tað  verður eingin trupulleiki, at Eysturlund verður ein partur av elnetinum hjá SEV. Men um lógin forðar tí, so mugu onnur at arbeiða við tí.

[object Object]

Hákun Djurhuus sigur við Útvarpið, at Effo skal hava loyvi til bæði at framleiða og brúka elnetið. - Tey vilja framleiða og brúka sína framleiðslu, og tað ber eisini væl til. Vit kunnu gott flyta tað til Fuglafjarðar og tað eru vit opin fyri.

Hákun Djurhuus heldur avgjørt, at Eysturlund kann vera eitt stig á leiðini til at fremja grøna orkuskiftið. -Vit hava síðani 2014 arbeitt fyri at gerast 100% grøn og vilja gera alt fyri tað. Koma ikki aðrar vindmyllur upp, so hevði Eysturlund avgjørt verið eitt stig á leiðini.

Við útvarpið sigur SEV stjórin, at vit blíva ikki grøn aleina við vindmyllum. Tað skulu onnur ting til eisini. -Verða ikki aðrar vindmylnulundir bygdar, so vil Eysturlund vera ein fínur møguleiki eisini at fáa tað inn á netið. Tað er positivt, at tað eru tvey spor viðvíkjandi vindmyllum, tí so kundi tað verið ein trygd fyri, at okkurt hendir, og vit koma fram á leiðini.

[object Object]

Landsstýriskvinnan í umhvørvis- og orkumálum, Margit Stórá sigur við Útvarpið, at tey bíða eftir einum tilmæli frá nevnd, sum umrøður hetta málið, longu í desember.

Sí annars samrøðu á orkan.fo við stjóran í Bakkafrosti, Regin Jacobsen eins og fyrispurning frá Bárði á Steig Nielsen, tingmanni um málið.  


https://orkan.fo/vinnan-vid-politikararnar-latid-okkum-sleppa-i-gongd


https://orkan.fo/grona-skiftid-longur-vit-bida-dyrari-verdur-tad




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder