2022-12-29 10:47
Eisini orkumál eru umboðað á stóra JobMatch, sum verður í Norðurlandahúsinum seinnapartin. SEV telist millum tær 71 fyritøkurnar og kommunalu og almennu stovnarnar, sum eru við í hesum stóra tiltakinum. Hetta er mesta talið nakrantíð.
-Tað er altíð so sera hugaligt at hitta hesi hugagóðu og vitugu ungu fólkini, sigur Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV. SEV hevur bás 48 í Stórhøllini í Norðurlandahúsinum.
Tað er Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fer at seta tiltakið kl. 12.17. Opið er til kl. 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald