Uttanlands

Shell selur sín ognarlut í Cambo kelduni nær Føroyum

Felagið eigur 30% av stóru olju- og gasskelduni eystan fyri Føroyar

Soleiðis fer framleiðslupallurin á Cambokelduni at síggja út.

Soleiðis fer framleiðslupallurin á Cambokelduni at síggja út.

2023-05-08 16:34 Author image
Jan Müller
placeholder
Leiðslan í Shell hevur nú avgjørt at selja sín lut í kelduni Cambo skamt frá føroyska markinum. Felagið eigur 30% og hevði annars ætlað at vera partur av eini stórari útbygging. Men eftir nógv mótmæli frá umhvørvisfelagsnum og eina endurskoðan av lønseminum í útbyggingini gjørdi Shell av fyri umleið einum ári síðani at taka seg úr útbyggingini. Hini 70% eigur Ithaca Energy, sum eftir øllum at døma nú bíðar eftir, at okkurt annað felag fer at keypa ognarlutin hjá Shell og harvið gera eina útbygging møguliga. 

Cambo keldan er tann í bretskum øki, sum liggur næst Føroyum. Hon er eisini tann næststørsta yvirhøvur á bretska landgrunninum. Ein útbyggingarætlan liggur klár og er nú upp til Ithaca at taka endaliga avgerð um eina útbygging. Hesum hevur avgerðin hjá Shell nú forðað fyri í meira enn eitt ár, men nú tykist at vera komið hol á soleiðis, at onnur áhugað feløg kunnu keypa partin hjá Shell. Hetta kann taka upp til eitt hálvt ár skrivar Energy Voice. 

[object Object]
Verður avgjørt at útbyggja Cambo og Rosebank keldurnar eystan fyri Føroyar kann tað fáa stóran týdning bæði fyri framtlðar leiting í føroyskum øki og seinni framleiðslu eins og fyri veitingarvinnuna í Føroyum, sum uttan iva kann fáa lut í útbyggingum, sum liggja sær nær Føroyum. 


Cambo hevur verið nógv frammi í almenna orðaskiftinum. Stjórnin í London sær fegin, at keldan verður útbygd, tí hon metir hetta hava alstóran týdning fyri orkutrygdina hjá Bretlandi. Hinvegin vilja umhvørvisfelagsskapir vera við, at ein slík útbygging bara fer at skaða grøna orkuskiftið og vera við til at økja um CO2 útlátið. Fyristøðufelagið Ithaca leggur annars stóran dent á at fremja eina útbygging, sum hevur minst møguligt útlát. Hetta verður m.a. gjørt við at elektrifisera framleiðsluna á pallinum. 

Annars hevur nýggi eykaskatturin, sum bretska stjórnin hevur lagt á oljufeløg, verið ein mylnusteinur um útbyggingina mett frá Ithaca, sum heldur, at hesin nýggi høgi skatturin í síðsta enda kann vera við til at steðga eini slíkari útbygging. Kortini er tað ynskið hjá felagnum at fara undir útbyggingina, nú felagið longu hevur brúkt stórar upphddir at keypa Cambo ognina frá øðrum felag. 

Spennandi verður at fylgja gongdini komandi mánaðirnar. Tí ein útbygging kann fáa stóran týdning fyri føroysku orkuframtíðina eisini. Verður Cambo útbygt, so kemur nýtt undirstøðukervi í økið nærhendis Føroyum, og tað kann hava týdning fyri framtíðar leiting og framleiðslu í føroyskum øki eisini.

Enn ein stór útbygging stendur fyri framman eystan fyri Føroyar. Tað er Rosebank, sum norska Equinor stendur fyri. Avgerðin um ta útbyggingin verður helst tikin í næstum.

[object Object]

Verða hesar útbyggingar til veruleika, so verður tað fyrstu ferð, at olju- og gasskeldur verða útbygdar so tætt við Føroyar. Og tað kann eisini fáa stóran týding fyri føroysku veitingarvinnuna og annars Føroyar sum maritiman kjarna í Norðuratlantshavi. Hetta er m.a. nakað, sum Sjóvinnfelagið hevur eyguni eftir. Tí umframt eina møguliga leiting á føroyska landgrunninum kunnu umrøddu útbyggingar koma at skapa nógv arbeiðspláss í Føroyum.

Ein orsøk til hetta er m.a. tann, at Føroyar koma at liggja so tætt við keldurnar, at tað helst kann loysa seg at brúka føroyska vørur og tænastur heldur enn bara at skula fáa allar tænastur úr Hetlandi og frá skotska meginlandinum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder