Uttanlands

Shell selur síni 30% í Cambo oljuleiðini við føroyska markið

Orsøkin kann vera, at felagið vil geva øðrum møguleika at vera við til at útbyggja risastóru oljukelduna

Cambo oljuleiðin liggur bert fáar kilometrar frá føroyska markinum. At Shell vil selja sín part av kelduni kann merkja, at onnur feløg vilja vera við at byggja kelduna út saman við fyristøðufelagnum Ithaca Energy

Cambo oljuleiðin liggur bert fáar kilometrar frá føroyska markinum. At Shell vil selja sín part av kelduni kann merkja, at onnur feløg vilja vera við at byggja kelduna út saman við fyristøðufelagnum Ithaca Energy

2022-08-11 12:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var í fjør, at Shell tók allan orkuheimin á bóli, tá tað avgjørdi at taka seg úr framtíðar útbyggingini av olju- og gasskelduni Cambo eystan fyri føroyska markið. Felagið, sum eigur 30% av kelduni, boðaði frá, at tað metti ikki íløguna í eina stóra útbygging at byggja á nóg trygt grundarlag. Eisini varð ein orsøkin, at felagið metti, at seinkingar eitt nú vegna mótstøðu frá umhvørvisfeløgum fóru at dýrka útbyggingina. 

[object Object]

At Shell vilja selja seg út úr Cambo sigur tó einki um, hvørjar framtíðar ætlanir felagið annars hevur á Atlantsmótinum. Shell eigur fleiri loyvi, sum liggur upp at føroyska markinum. Annars var Shell eitt av feløgunum, sum í síni tíð var við í oljuleitingini við Føroyar. 

Seinni boðaði felagið kortini frá, at tað enn umhugsaði støðuna, nú myndugleikarnir í Bretlandi høvdu longt loyvið, sum fyristøðufelagið Ithaca Energy, stendur fyri. Tað eigur 70% av kelduni. 

Í morgun hevur Shell boðað frá, at tað hevur sett sín ognarlut í Cambo til sølu. Eygleiðarar meta, at ein orsøkin til hesa avgerð kann vera, at tað eru onnur feløg, sum vilja keypa og vera partur av útbyggingini. 

Tað er íløgubankin Jefferies, sum stendur fyri søluni, veit Reuters at siga frá. 

Cambo goymir hundraðtals milliónir tunnur av olju og gassi og liggur bert fáar kilometrar eystan fyri føroyska markið. Hon verður hildin at vera ein hin størsta keldan á bretska landgrunninum, sum enn ikki er útbygd til framleiðslu. 

[object Object]

Olju- og gassfund liggja sum ein onnur perlurekkja framvið føroyska markið. Útbyggingar av hesum kunnu gerast veruleiki longu í  næsta ár og síggja føroyskir myndugleikar slíkar sum ein góðan møguleika at fáa orkufeløg at varpa nýtt ljós á aftur føroyska økið í grannalagnum.

Støða til útbygging takast í 2023

Tað er ikki so langt siðani, at Ithaca lat inn til myndugleikarnar umhvørvisfrágreiðing til góðkenningar. Slík frágreiðing verður mett at vera seinasta stigið, áðrenn avgerð verður tikin um at byrja eina útbygging. Roknað hevur verið við, at Ithaca fer at taka endaliga avgerð um útbygging í februar næsta ár. 

Cambo kom á alskyns miðlabreddar í fjør, tá umhvørvisráðstevna varð hildin í Glasgow. Tá tóku umhvørvisfelagsskapir stig til at fara undir ein herferð móti útbyggingini, tí teir metti ikki ein slík stór oljuútbygging varð í tráð við umhvørvismálini hjá ST. Tað hevur verið hildið, at júst tað  var uttan iva ein orsøkin til, at Shell tók seg aftur og fór heldur at brúka orkuna og pengarnar aðrastaðni í heiminum. 

Síðani hevur bretska stjórnin gjørt greitt, at hon fegin sær, at slíkar útbyggingar sum Cambo verða gjørdar, tí tær eru við til at tryggja landinum orkutrygd, ikki minst í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. 

Í farna mánað segði stjórin í Shell, Ben van Beurden við miðlar, at Shell vildi heldur brúka íløgurnar aðrastaðni, og sum hann málbar seg viðvíkjandi Cambo “the economics of Cambo are simply not supportive enough".

Kortini skrivar Reuters frá sínum keldum, at ein nýggjur eigari í Cambo fer uttan iva at stuðla eini útbygging. 

Ithaca, sum keypti Cambo frá Siccar Point Energy fyrr í ár fyri 1,1 mia. dollarar, hevur sagt, at útbyggingin byggir á haldgott búskaparligt grundarlag. 

Nevndarformaðurin Gilad Myerson sigur við Reuters, at keldan kann framleiða 170 mio. tunnur av olju í tess 25 ára livitíð. 


[object Object]

Cambo liggur beint eystan fyri markið og tað stóra Open Door økið, sum Føroyar bjóða olju- og gassfeløgum at leita í.

Týdning fyri Føroyar

Tað er greitt, at mong í Føroyum fylgja við, hvat hendir hinumegin markið. Ikki minst landsstýrið, sum hevur boðað útlendskum orku- og íløgufeløgum frá, at tey eru vælkomin henda vegin at kanna, um olja og gass eru í føroysku undirgrundini.

Ein útbygging av Cambo kann fáa óbeinleiðis týdning fyri eina komandi leiting og ikki minst fyri framtíðar útbyggingar á føroyska landgrunninum. Tí við Cambo kemur eisini eitt nýtt undirstøðukervið (infrastrukturur) við framleiðsluskipi til olju og gassleiðingum, sum kunnu hava alstóran týdning fyri framtíðar virksemi føroysku megin markið eisini.

Hetta sama kann sigast um hina stóru olju- og gasskelduna við markið, Rosebank, sum eisini skjótt stendur til at verða útbygd. Tann avgerðin verður tikin tíðliga í 2023

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder