Uttanlands

Shell-stjóri: Okkum tørvar oljuna at rinda fyri grøna skiftið

Ben van Beurden sigur, at Shell kann gerast CO2 neutralt  í 2050, men tað hevur brúk fyri pengunum frá olju og gassi fyri at røkka hesum máli

Ein av heimsins fremstu vinnulívsstjórum, Ben van Beurden hjá SHELL, vil brúka inntøkur frá olju- og gassvirksemi til at fremja grøna orkuskiftið.

Ein av heimsins fremstu vinnulívsstjórum, Ben van Beurden hjá SHELL, vil brúka inntøkur frá olju- og gassvirksemi til at fremja grøna orkuskiftið.

2021-11-06 17:39 Author image
Jan Müller
placeholder

Stjórin í eini av heimsins størstu vinnufyritøkum, Ben van Beurden í Shell, sigur í samrøðu við BBC, at skal Shell vera partur av grøna orkuskiftinum og røkka á mál við null útláti í 2050, og tað skal tað, so er neyðugt við inntøkunum frá tess olju- og gassframleiðslu.  

Shell hevur boðað frá, at tað umframt at varðveita sítt olju- og gassvirksemi, fer at leggja stóran dent á at fremja grøna orkuskiftið við t.d. at gera íløgur í nýggja grøna tøkni, vindorku, vetni og fangan og goymslu av CO2.

-Men hetta kann bara lata seg gera, um tú hevur umstøður at gera arbeiðið  og hevur tøkan pening til tess, sigur Shell stjórin og heldur fram:

-Um vit skulu byggja eina vetnisverksmiðju nær við eina vindorkulund, sum vit longu hava bygt í Norðsjónum fyri eina mia. dollarar, so ber tað ikki til at gera tað við vetnisbúskapi sum grundarlag. Tað kann bert gerast við at brúka fígging frá okkara olju- og gassframleiðslu.

[object Object]

-Vit fara at útbyggja Cambo oljukelduna, um myndugleikarnir geva loyvi sigur Shell stjórin.

Fara at útbyggja Cambo um loyvi fæst

Shell stjórin ger greitt, nú stórar mótmælisgongur á COP26 í Glasgow vilja steðga øllum olju-útbyggingum, at fyritøkan ætlar sær at útbyggja nýggjar oljukeldur sum eitt nú Cambo vestan fyri Hetland.

Nú stríð hevur tikið seg upp um júst hesa oljukelduna sigur Shell stjórin, at tað er upp til bretsku stjórnina at taka avgerð um útbyggingina, men leggur aftrat, at tað gevur onga meining at steðga slíkari útbygging og harvið gera Bretland bundið at innflutningi av olju og gassi úr londum, sum ikki seta somu treytir til kolvetnisframleiðslu. Bretland fer at hava tørv á nógvari olju og gassi í mong áratíggju aftrat. Tí gevur tað onga meining nú at gevast við framleiðsluni.

-Hví siga, at vit skulu innflyta olju og gass úr útlandinum, sum hevur størri útlát enn at troyta okkara egna oljuframleiðslu! Tað fer hvørki at bøta um javnvágina ella minka um CO2 útlátið.

[object Object]

Oljufeløgini eru ikki við til COP26. tí tey eru óynskt. 

Eingi olju- ella gassfeløg eru við á COP26, har tey eftir øllum at døma eru óynskt. Tó standa tey fyri skotum frá øllum síðum og ikki minst á gøtunum í Glasgow, har boðað er frá nýggjum mótmælisgongum. Tað sermerkta við hesum mótmælisgongum er nettupp tann sannroynd, at júst oljukeldan Cambo stutt frá føroyska markinum er at finna á nógvum av plakatunum og verður nevnd í mongum av røðunum. Hon verður miðvíst brúkt sum jarnbrot hjá umhvørvisfelagsskapunum at seta kíla millum myndugleikar og vinnuna. Hvørvítt hetta fer at eydnast stendur enn ósvarað. Tað fáa vit kanska at vita eftir COP26 ella seinni.

Finnast at Shell fyri at brúka meira til olju enn varandi orku

Shell er so eitt av kolvetnisfyritøkunum, sum funnist verður at, eitt nú fyri at  vilja brúka nógv meiri pening til útbygging av olju- og gassframleiðslu enn til menning av varandi orkukeldum.

Shell kom serliga í brennidepulin, tá ein dómstólur í Hálandi, avgjørdi, at Shell skal minka um sítt útlát nógv skjótari enn tað annars hevur ætlanir um. Shell ætlar sær tó at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.

Viðmerkjarar siga, at Shell verður ikki ført at liva upp til null útlát í 2050, tí fyritøkan tvørturímóti er í ferð við at menna sítt olju- og gassvirkisemi. Hesum er Shell stjórin ósamdur við og sigur, at fyritøkan longu hevur minkað um útlátið við 17% síðani 2016. Mótstøðufólk halda tó, at einasti háttur at fáa Shell at minka um sítt olju- og gassvirksemi, er at fáa partaeigarar at taka sínar pengar úr felagnum, men hesum ávara fíggjarstovnar móti.

Annars skjeyt ein av partaeigarunum í felagnum upp herfyri, at Shell eigur at verða býtt upp í tvey feløg, annað við olju og hitt við varandi orkukeldum. Tað hevur  stjórin víst aftur sum veruleikafjart.

[object Object]

Oljukeldan Cambo, sum liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum, er kanska tann í øllum heiminum í løtuni, sum varpað verður mest ljós á - her fyrst og fremst frá umhvørvisfelagsskapum, sum mótmæla øllum oljuvirksemi á COP26 í Glasgow. Shell, sum er partur av útbyggingini, sigur seg kortini fara at útbyggja hana, tí hon hevur týdning fyri framtíðar kolvtnisnýtsluna í Bretlandi. Góðkenning av hesi útbygging kann eisini fáa stóran týdning fyri royndirnar hjá landsstýrinum at skapa áhuga fyri nýggjari leiting á landgrunninum. 

Heimurin tørv á kolvetni leingi aftrat

Hvussu tað enn verður roynt at steðga oljufeløgunum í sínum virksemi, so siga viðmerkjarar, eins og Shell stjórin, at heimurin fer at hava tørv á nógvari olju og gassi í mong tíggjutals ár aftrat - og sleppa oljufeløgini ikki at halda fram við sínum virksemi, so kann heimurin fara at uppliva nógv størri orkukreppur enn hana, vit uppliva í løtuni við methøgum olju- og gassprísum.

-Eg trúgvi sjálvur, at tað ber til at fremja grøna orkuskiftið, men tað krevur tilrættalegging, vit og skil og samstarv - at gera hetta rætt.

Um tú vilt oyðileggja trúnna hjá fólki við at trýsta orkuprísir upp við at skapa trongar ella marknaðarbrek, so haldi eg, at politikarar missa góðkenning og stuðul í samfelagnum fyri, at hetta yvirhøvur ber til.

Soleingi eftirspurningur er eftir kolvetni fer Shell ella onkur annar at veita hesi.

Eftirspurningur kann ávirkast av eini stjórn við gularót ella stavi, feløg kunnu verða løgd undir trýst av fïggjarum, men tað vil ultimativt verða brúkaraatferð, sum avger, um heimurin kann røkka eitt net zero mál í 2050 sigur Shell stjórin í samrøðu við nógv virda BBC miðilin.

(Fyri tey, sum vilja fylgja við í, hvat fer fram á COP26, man BBC vera ein hin besta keldan yvirhøvur, tó at allir heimsins miðlar í løtuni dagliga fylgja veðurlagsráðstevnuni eins og føroyskir miðlar og teirra millum eisini  orkan.fo)


[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder