Tað var í desember, at Shell tók allan orkuheimin á bóli við at taka seg úr stóru verkætlanini at útbyggja Cambo kelduna. Hetta hendi í kjalarvørrinum á áhaldandi trýsti frá umhvørvisfelagsskapum at forða fyri útbyggingini.
Shell brúkti sum grundgeving fyri ikki longur at vera partur av útbyggingini, at felagið hevði endurskoðað alla verkætlanina og var komið til eina niðurstøðu um, at útbygging var ikki nóg fíggjarliga forsvarlig. Eisini var partur av grundgevngini, at felagið metti, at nógvar seinkingar fóru at verða við slíkari útbygging, nú myndugleikarnir vóru undir trýsti frá umhvørvisfelagsskapum.
Bretskir miðlar gera nógv burtur úr tíðindunum um, at Shell umhugsar støðutakan til Cambo útbygging av nýggjum.
Avgerðin hjá Shell undraði allan orkuheimin, tí bara tveir mánaðir frammanundan úttalaði stjórin í felagnum, at Cambo var ein fyrsta floks verkætlan.
Cambo keldan liggur eitt hanagleiv frá føroyska markinum, og tí vil ein útbygging verða við til at varpa nýtt ljós á føroyska landgrunnin. Útbygging fer at skapa eitt nýtt undirstøðukervi, sum m.a. kann flyta gass til marknaðinum og harvið eisini kunna gerast framtíðar grundarlag undir møguligari føroyskari gassframleiðslu.
Nú bendir so okkurt á, at felagið, sum framvegis eigur 30% av kelduni, er við at endurskoða avgerðina, hóast almenna frágreiðingin framvegis stendur við.
Orsøkirnar til møguliga nýggju støðutakanina hjá Shell kunnu vera fleiri skrivar BBC. Ein er oljuprísurin, sum í desember var 70 dollarar men nú er 115 dollarar og útlit eru til, at hann fer at vera omanfyri 100 dollarar restina av árinum. Síðani kann russiska innrásin í Ukraina vera enn ein orsøk til møguligu endurskoðanina. Haraftrat og ikki minst hava úttalilsini hjá bretsku stjórnini við Boris Johnson og fleiri av hansara fremstu ráðharrum á odda - um at skunda undir útbyggingar av olju- og gasskeldum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum (økið millum Hetland og Føroyar) fingið oljufeløg sum eitt nú Shell at síggja bjartari uppá nýtt olju- og gassvirksemi á bretska landgrunninum.
Til søguna um framtíðina hjá Shell á bretskum øki hoyrir eisini, at felagið í farnu viku tók stig til at leggja inn eina nýggja umsókn til útbygging av eini stórari gasskeldu, Jackdaw eystan fyri Aberdeen, hvørs framtíðar framleiðsla skal útvega Bretlandi stórar nøgdir av gassi. Tá felagið í fjør søkti um útbygging á hesi leiðini tók ein almennur stovnur avgerð um ikki at játta umsóknini av ymsum orsøkum. Síðani hevur Shell arbeitt við at broyta útbyggingarætlanina og fer eftir øllum at døma at fáa grønt ljós til útbygging.
Í sambandi við útbyggingina av Cambo hevur fyristøðufelagið Siccar Point latið inn eina drúgva umhvørvisfrágreiðing, sum fyllur 450 síður, har umfevnandi kanningar eru gjørdar av føroyska nærumhvørvinum. Vit síggja eisini at hurðin er eisini latin upp til keldur í grannalangum, so sum Tornado (niðast tv.)at binda í Cambo framleiðslukjarnan. Hetta er ein møguleiki, sum møgulig føroysk fund eisini kunnu gera brúk av.
Her nýggjasta uppskotið til útbygging av Cambo kelduni, sum fevnir um bæði olju- og gassframleiðslu.
Ymsar meiningar um orkuframtíðina
Framhaldandi er tó ósemja knýtt at slíkum útbyggingum sum Cambo. Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir siga, at ein útbygging av Cambo fer ongan mun at gera, verður hugsað um at økja framleiðsluna til tess, at Bretland kann minka um innflutningin av kolvetnum. Sagt verður, at oljufeløgini leggja líka í, hvar orkan endar, tí tey selja har tað loysir seg best. Bretski orkuráðharrin Kwasi Kwarteng hevur harafturímóti víst á, hvussu stóran týdning nýggj leiting og útbyggingar hava fyri, at Bretland kann vera sjálvveitandi og ikki bundið at m.a. russiskum gassi.
Nú ljóðar eisini, at bretskir myndugleikar eru um at leggja til rættis eina nýggja leitiútbjóðing (lisensrundu) seinast í hesum árinum. Við hesi avgerð fylgir Bretland bæði londum í ES, USA og londum sum Saudi Arabia at fara undir aftur oljuleiting sum eitt úrslit av kreppuni, sum Russland hevur skapt við innrásini í Ukraina. Seinasta nýggja er so eisini, at aðalskrivarin í ST, Gueterres finst at avgerðunum hjá fleiri londum kring heimin at halda fram við leiting eftir olju og gassi.
Hvat lagnuni hjá Cambo kelduni við føroyska markið viðvíkur ljóðar, at fyristøðufelagið Siccar Point Energy er í samráðingum við orkumyndugleikarnar, hvat nú skal henda. Her er Shell so eisini inni í myndini skilst, nú tað framvegis eigur 30% av kelduni og harvið eisini í eini møguligari komandi útbygging.
Okkurt fer helst at henda komandi vikurnar, nú loyvið til Cambo gongur út í hesum mánaðinum og tí skal endurnýggjast, um broytingar skulu gerast. Men nú stendur so aftur møguleikin opin fyri, at Shell við síni fíggjarligu og tøkniligu styrki aftur verður ein partur av útbyggingini. Tað hevur eisini verið nevnt, at møguleiki er fyri at fáa onnur feløg at átaka sær ognarpartin hjá Shell.
Hetta er partur av framleiðsluútbúnaðinum, sum verður settur á havbotnin skamt frá føroyska markinum, tá endalig avgerð verður tikin um útbyggingina.
Cambo týdning fyri Føroyar eisini
Nógv olju- og gassvirksemi er longu í økinum millum Hetland og Føroyar. Nú hóma vit so fleiri nýggjar leiðir, sum kunnu verða útbygdar, Cambo, Rosebank, Clair South og Glendronach.
Hvør enn endin ella rættari byrjanin verður til framtíðar Cambo verkætlanina, so er greitt, at henda útbygging, verður hon veruleiki, fer at hava avgerandi týdning fyri eina føroyska olju- og gassframtíð. Tí ein útbygging so tætt við føroyska markið við spildurnýggjum undirstøðukervi kann gerast grundarlag undir framtíðar lønandi framleiðsku føroysku megin markið eisini - um so er at kolvetni eisini finnast um okkara leiðir - fáar kilometrar frá stóru bretsku olju- og gassleiðunum.
Her sæst økið, sum í dag stendur opið hjá orkufeløgunum at søkja um leitiloyvi.
Enn ein útbygging eystan fyri markið er við at vera liðug á tekniborðinum. Tað er keldan Rosebank, har norska Equinor er fyristøðufelag. Felagið fer í næstum at taka endaliga avgerð um útbygging. Fara vit so nakað longur vestur á Atlantsmótinum so eru har enn tvær stórar útbyggingar í umbúnað. Tað er Clair South útbyggingin hjá BP og síðani útbygging av stóru gasskelduni Glendronach, sum Total eigur. Herfyri kunngjørdu bretskir myndugleikar, at henda útbyggingin hjá Total fer at fáa grønt ljós.
Við øðrum orðum standa nú ikki færri enn fýra stórar útbyggingar av olju- og gasskeldum eystan fyri Føroyar á skránni. Hetta hendir um somu tíð, sum føroyskir myndugleikar lata dyrnar til leiting (Open Door) á føroyska landgrunninum í grannalagnum standa víðopnar.
(Í næstum verður orðaskifti á løgtingi um olju- og gassleiting og -virksemi í føroyskum øki. Tað er tingmaðurin fyri Framsókn, Bjarni Kárason Petersen, sum hevur sett landssstýrismanninum í orkumálum, Magnus Rasmussen skrivligar fyrispurningar um eitt nú nýggjar útbjóðingar á landgrunninum. Enn er málið ikki sett á skránna hjá tinginum).
Um lesararnir vilja vita meira um Cambo verkætlanina, sí leinkjuna her til umhvørvisfrágreiðingina.
Úr umhvørvisfrágreiðingini hjá Siccar Point av Camboútbygging. Vit síggja ymsu møguleikarnar at flyta gassið á marknaðinum.
Kanningin fevnir eisini um djóralívið í økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald