Uttanlands

Shell vónsvikið: Sleppur ikki at útbyggja oljukeldu

Tað kemur heilt óvart á oljufelagið Shell, at bretskur umhvørvismyndugleiki hevur koldømt góðkenning av gassfelti í Norðsjónum

2021-10-13 18:01 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein eftirlitsstovnur undir bretsku stjórnini, "Offshore Petroleum Regulator for Environment and Decommissioning”, sum m.a. tekur støðu til umhvørvismál í sambandi við oljuútbyggingar, hevur gjørt av ikki at geva oljufelagnum Shell loyvi til at útbyggja gassfeltið Jackdaw í Norðsjónum.

[object Object]

Lítið er komið fram um sjálva grundgevingina fyri at nokta Shell loyvi til útbyggingina men roknað verður við, at hetta hevur onkursvegna nakað at gera við flutningin av brennievni.

Stjórin hjá Shell fyri Norðsjógvin sigur seg vera sera bilsnan av avgerðini, sum kemur illa við fyri felagið.

Um henda avgerðin kann gerast fordømi fyri aðrar líknandi útbyggingar av oljufeltum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum er óvist. Helst er hetta ein avgerð, sum bara snýr seg um hesa ávísu útbyggingina.

Samtíðis sum hetta hendir so bíða oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell eftir góðkenning av tess stóru útbygging av kelduni Cambo eystan fyri Føroyar. 

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder