Uttanlands

Sjey oljufeløg vilja leita í Norra

Norska stjórnin leggur stóran dent á nýggja oljuleiting á landgrunninum

2021-02-26 11:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Sjey oljufeløg hava søkt norskar myndugleikar um loyvi at leita eftir nýggjum olju- og gassgoymslum á norska landgrunninum. Talan er um 25. útbjóðingina, sum lat upp 19. november í fjør.

Leitiøkini eru víða um á landgrunninum, í Norskahavinum og í Barentshavinum. (Sí kort) Tey sjey feløgini eru Shell, Equinor, Idemitsu Petroleum Norge, Ineos E&P Norge, Lundin Norway, OMV (Norge), og  Vår Energi.

Norski olju- og orkuráðharrin Tine Bru er fegin um stóra áhugan fyri nýggju leitingini, sum hon vónar fer at geva nógva nýggja vitan um økini, ið kunnu goyma nógva olju og gass. Hon vónar, at loyvini kunnu latast um ikki so langa tíð.

Í Norra hava tey tvær útbjóðingarskipanir til oljuleiting og framleiðslu, hesa og so eina, ið nevnist APA. Í hesi seinnu vórðu latin fleiri nýggj leitiloyvi í farna mánað.  Talan er um 61 framleiðsluloyvi til 30 oljufeløg.  

Samanumtikið heldur leitingin eftir olju og gassi á norska landgrunninum tí fram ótarnað, hóast einstøk lond so sum Danmark hava steðgað nýggjari leiting, tó kortini bert í avmarkaðan mun, tí leiting fer framvegis at verða loyvd í økjum nærhendis verandi oljuframleiðslum. Danska stjórnin hevur eisini tikið avgerð um, at oljuframleiðlsa har skal enda í 2050. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder