
Havnaøkið á Hulki á Skálafjørðinum hevði aftur hesa vikuna forkunnuga vitjan av einum sonnum orkurisa av einum skipi, tá 195 metra langa Deep Energy hjá stórfyritøkuni Tecnip bunkraði og hevði manningarskifti áðrenn fráferðina til USA. Skipið hevur lagt gassrørleiðing á Rosebank kelduni eystan fyri Føroyar nú í eina tíð og hevur vitjað føroyskar havnir fimm ferðir. Nú summarið er farið at halla fer skipið til aðrar uppgávur hinumegin Atlantshav.
Hetta er aðru ferð, at skipið bunkrar hjá Krafta á Hulki. Skipið hevur eisini brúkt havnina í høvuðsstaðnum, har tað tók útgerð umborð, sum skuldi setast á havbotnin á Rosebank-kelduni, sum verður útbygd til framleiðslu í 2026.
Deep Energy bunkrar á Hulki. Myndir Hans Anders Jacobsen
Kærkomnar vitjanir
Vitjaninar eru sera kærkomnar í Sjóvar kommunu, har borgarstjórin Hans Anders Jacobsen fegin sær, at hetta bara er byrjanin til eina nýggja tíð á hesum best egnaða fjørðinum til maritima vinnu, sum hann málber seg.
-Tað er sera spennandi fyri okkum í Sjóvar kommunu, at ein vaksandi áhugi er fyri okkum og okkara havn á Hulki. Hulkur er jú besta havn í landinum hjá skipum at liggja.
Her eru eisini bestu møguleikar í landinum at gera frysti- og goymslu-tunnlar og vóna vit, at onkur fer undir tað.
Hans Anders Jacobsen fegnast eisini um, at oljufyritøkan Krafta valdi at staðseta seg í kommununi. -Tað hevur nógv at siga fyri okkum, og tey eru eisini við til at fáa fleiri "eygu" at verða vend móti Hulki.
Deep Energy við bryggju á Hulki. Orkan.fo frættir, at hesa fimtu ferðina skipið hevur lagt at í føroyskari havn, var eisini inspektørur við, sum hevur til uppgávu at taka samanum veitingar og tænastur í Føroyum og kunna leiðsluna á landi um, hvussu Føroyar hava megnað uppgávuna sum veitari til skip sum Deep Energy. Umboð fyri skipið og felagið hevur verið Jónhard Johannesen frá TorCargo.
Eiga at arbeiða saman
Borgarstjórin ásannar, at Skálafjørðurin er best egnaði fjørðurin í landinum til sjóvinnuna og sigur, at kommunurnar við fjørðin eiga so avgjørt at arbeiða saman til at gera fjørðin til ein maritiman kraftdepil.
Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu fegnast um, at frálandsskip vilja brúka havnina á Hulki. Hann sær fram til samstarv við aðrar kommunur við Skálafjørðin, tá virksemið fer í gongd aftur við markið.
-Eg síggi tað so púra náttúrligt, at vit samarbeiða til at røkka hesum máli, tí vit hava so sera gott samarbeiði á øðrum økjum á Skálafjørðinum longu. Hinar kommunurnar við Skálafjørðin eru Runavíkar kommuna, Eystur kommuna og Tofta kommuna.
Síggja vit fjørðin sum eina heild, so kunnu ymsir partar veita ymsar tænastur: bunkring á Hulki, turrdokk og umvælingar á Skála eins og umvælingar og aðrar tænastur í Runavík fyri bert at nevna nakrar av møguleikunum.
Verður hugsað um at skapa umstøður fyri maritimu vinnuni á Skálafjørðinum so verður í løtuni gjørd stór útbygging av nýggjari dokk á Skála. Haraftrat kemur, at Runavíkin hevur drúgvar royndir at hýsa bæði skipum og útgerð í sambandi við oljuboringar við Føroyar. Hon var útgerðarhavnin í sambandi við 9 boringar á landgrunninum. Náttúrligt er tí at hugsa, at hon verður tað framhaldandi, um slíkt virksemi fer at taka seg uppaftur bæði við Føroyar og í grannalagnum, tó at aðrar havnir eisini hava møguleika at bjóða seg fram.
Tað eru góð 10 ár síðani, at Skálafjørðurin og Runavík hýstu einum av heimsins størstu boripallum, West Hercules
Útbyggingar við markið og møguleikar
Nú fyrsta stóra útbyggingin av oljuleið hinumegin markið er farin í gongd og aðrar møguliga koma eftir hesa, er greitt, at brúk verður fyri nógvum ymsum tænastum, sum eitt nú kommunurnar við Skálafjørðin kunnu veita. Tað verður tí spennandi at fylgja við, hvussu tað fer at ganga at samstarva og troyta fjørðin sum frægast, tá vit fara at síggja frálandsskip av ymsum fara til arbeiðis nærhendis Føroyum.
Og hvør veit – kanska verða aftur boð eftir tænastum, tá boripallurin Deepsea Atlantic kemur á leiðirnar við Føroyar seinni í ár at bora framleiðslubrunnar á Rosebank leiðini.
Boripallurin Deepsea Atlantic, sum Equinor hevur leigað til at bora sjey brunnar á Rosebank leiðini í heyst.
Stóri spurningurin er so eisini, í hvønn mun aðrar havnir og kommunur í landinum fara at bjóða seg fram til at veita tænastur til møguliga framtíðar virksemið á Atlantsmótinum – her m.a. Havnin og Klaksvíkin og Tvøroyri og Vágur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald