Sum partur av avtaluni verður nýggj battarískipan sett í Kongsborg. Eisini hevur reiðaríið lagt fram eina verkætlan, ið miðar eftir at broyta skipið, til at kunna verða drivið við ammoniakk sum brennievni. Endamálið við hesum er at minka um útlátið við 90% sigur Skansi Offshore í tíðindaskrivi.
“Reiðaríið fer at gera sítt besta fyri at viðvirka til málsetningin í hesari verkætlan við tí fyri eyga, at umbyggja Kongsborg tá ið tøknin til tess er vorðin góðkend,” sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skansi Offshore.
Skansi og Equinor hava somuleiðis longt sáttmálan fyri Sjóborg í eitt ár, soleiðis at hesin gongur til november 2023 við møguleika fyri at leingja við fýra árum. Sjoborg, sum tey seinastu fimm árini hevur arbeitt fyri Equinor, var fyrsta skipið hjá Skansi at fáa battarískipan setta í.
Nýggj tøkni, alternativt brennievni
Skansi Offshore hevur sostatt lagt frammarlaga í mun til menningina av nýggjari tøkni til alternativt brennievni. Reiðaríið hevur eisini frá byrjan lagt dent á at uppfyllla hægstu krøv innan HSEQ (heilsu, trygd, umhvørvi, góðsku).
Skansi hevur ein greitt orðaðan politikk fyri at stuðla upp undir virðir og mannagongdir kring trygdina hjá starvsfólkum, umhvørvinum, okkara skipum og farminum.
Reiðaríið virkar eftir bestu praksis og ídnaðarstandardum og skipar arbeiðið við støði í tí altjóða HSEQ skipanini fyri skip, nevniliga ISM-Code og ISPS, umframt ISO 9001/14001/45001 og Skansi Life Saving Rules.
Skansi Offshore hevur javnan umvælt síni fimm veitingaskip og endurnýggjað og uppstigað útgerð og annað umborð. Sjóborg fekk oljusparandi battarískipan í 2017, og Kongsborg fær nú eisini slíka. Næsta stig verður at menna Kongsborg til at vera rikið við ammoniakk.
“Vit hava alla orsøk til at fegnast um hesar sáttmálar,” viðmerkir Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore. “Okkara skiparar og manningar hava víst sína styrki í at veita framúr góða tænastu við hjálp av okkara væl útgjørdu veitingaskipum. Sáttmálarnir eru ein álitisváttan frá einum sera stórum og krevjandi altjóða aktøri, sum Equinor.”
Meir virksemi aftur
Higartil í ár hava Saeborg, Tórsborg og Sjóborg verið á sáttmála við Equinor. Eldborg hevur hinvegin virkað á spotmarknaðinum, fyrst í tænastu fyri Peterson í Hollandi og Ithaca í Bretlandi, og nú í norskum øki.
Kongsborg hevur síðan januar arbeitt undir sáttmála við Shell. Tann sáttmálin endar í seinnu helvt av oktober 2022, og haðani fer skipið beinleiðis í tænastu fyri Equinor undir sínum nýggja trý-ára sáttmála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald