Uttanlands

Skipaferðslan í Arktis økist hóast korona

Um sama mundið sum koronasóttin hevur gjørt um seg kring heimin er skipaferðslan í Arktis økt munandi

2020-11-28 17:08 Author image
Jan Müller
placeholder
 
[object Object]
 
Fyrstu 10 mánaðirnar av 2020 vórðu flutt 26.37 mió. tons av vørum í russiska partinum av Arktis. Hetta er ein vøkstur uppá 2.9% sammett við sama tíðarskeið í 2019.
 
Sambært "Federal Agency for Maritime and River Transport” er vøksturin í skipaflutninginum  í Arktis tann størsti nakrantíð.  Sambært Northern Sea Route Administration  hava 974 handilsskip fingið loyvi til at sigla í økinum, ein hækking uppá 26,5% síðani 2019. Ein stórur partur av vørunum er LNG gass frá gassstøðini í Sabetta í Russlandi. Eisini hevur stórur flutningur av vørum verið til nýggjar útbyggingar í økinum eitt nú Arctic LNG 2 í Gydan. Væntandi fara 31,5 mió. tons av vørum at verða flutt í Arktis í øllum 2020.
 
Hetta er tó væl minni enn russiski forsetin Vladimir Putin setti sum mál í 2018, tá hann segði, at flutt fóru at verða 80 mió. tons í 2024. Metingar fyri 2030 siga, at tað verða flutt 90 mió. tons og í 2035 130 mió. tons. Northern Sea Route fevnir um økið millum Novaya Zemlya og Beringssundið. 
 
[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder