Formaðurin fyri komandi veðurlagsráðstevnuna, COP28 í november heitir nú á heimsins stjórnir at sleppa páhaldinum um, at tað ber til heilt skjótt at skifta frá núverandi orkuskipanini til tess at røkka veðurlagsmálunum. Hann sipar her til leiklutin hjá olju og gassi í framtíðini.
‘We cannot unplug the energy system of today before we build the ecosystem of tomorrow. It is simply not practical or possible!
-Vit kunnu ikki kvetta við dagsins orkuskipan, áðrenn vit byggja eina nýggja skipan”, sigur Sultan al Jaber sambært Energywatch. Orðini vórðu søgd á eini ST-ráðstevnu í Miðeystri um veðurlag og framtíðar orku. Ráðstevnan varð hildin í Saudi Arabia.
-Vit mugu skilja sannroyndir frá fiktión og veruleikar frá hugflogi.
Veðurlagsfólk hava funnist at, at stjórnin í Sameindu Arabisku Emiratunum hevur útnevnt Jaber til at standa á odda fyri COP28 toppfundinum, sum verður í endanum av november í Dubai.
Tey halda tað vera skeivt at eitt land sum Emiratini, ið er so heft at sínum oljuútflutningi, skal standa á odda fyri hesum so týðandi fundinum.
Jaber er leiðari fyri almenna oljufelagið ADNOC í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Men hann hevur fingið nóg mikið av stuðuli frá stjórnum til at leiða toppfundin. Her eisini serstaka amerikanska veðurlagssendimanninum John Kerry, sum sigur, at skiftið frá olju og gassi til grøna varandi orku vendist ikki aftur.
Japer hevur annars greitt sagt, at eingin vegur er aftur frá grøna orkuskiftinum, og at oljufeløg eins og øll onnur eiga at gera sítt fyri at minka um útlátið og ganga grønu leiðina.
Vent er í holuni síðani veðurlagsstevnuna í Glasgow seinast. Tá vórðu oljufeløg rætt og slætt noktað luttøku.
Keldur: DR, EnergyWatch, Energy Voice
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald