Uttanlands

Skotland gongur undan at brúka vetni í skipaferðslu

Royndir verða nú gjørdar at brúka vetni á báti, sum skal flyta góðs millum Aberdeen og norðastu oyggjarnar

2023-06-03 22:27 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast føroyingar oftani hyggja til Danmarkar og Norðurlond annars, tá stig skulu takast á menningarleið, so er greitt, at vit hava eisini nógv at læra av okkara næstu grannum fyri sunnan, Skotlandi og oyggjunum har. Her verða m.a.  tikin stig á grønu leiðini á fleiri økjum eitt nú innan vindorku og framleiðslu av vetni fyri bert at nevna nøkur.   

Nú um dagarnar kom ein spennandi og týðandi verkætlan fram í dagsins ljós, har roynt verður at finna nýggjar hættir at útvega nýggj og burðardygg brennievni til bátar og skip.

Tað er ikki so langt síðani, at vit í Føroyum tóku í brúk spildurnýggjan alibát, sum nýtir streym frá battaríum. Nú arbeiða tey í Skotlandi og Hetlandi við eini verkætlan, har vetni verður brúkt sum brennievni heldur enn olja í báti, sum skal flyta góðs millum Aberdeen og skotsku oyggjarnar, Hetland og Orknoyggar, 

Ein kollveltandi verkætlan er um at fara av bakkastokki, har eitt skip verður rikið við vetni. Undir yvirskriftini “full stream ahead” skrivar Shetland News, at ætlanin er at sjóseta nýggja flutningsfarið í august í 2024. 

Felagið, sum stendur aftanfyri, Acua Ocean, framleiðir vetni ella hydrogen og hevur fingið 3,5 mió. pund í almennum stuðuli frá bretsku stjórnini. 

Ómannaði báturin skal flyta 4-5 tons av góðsi úr Aberdeen til oyggjarnar til tess at vísa fram eina tøkni, sum hevur null útlát við sær. Ein kann siga, at talan er um eitt slag av sjódronu, sum finnur leiðina fram við egnari megi. Báturin, sum talan er um, er 13.5 metrar og vigar 22 tons.

Ì juli og august verður farið undir at royndarkoyra vetnistøknina og fer báturin í royndarsigling í oktober 2024. At báturin ikki er mannaður í royndarsiglingini er fyri at tryggja sær, at einki óvanligt hendir, sum kann skaða fólk.

Í sambandi við nýtsluna av bátinum í framtíðini verður hugsað um at veita tænastur til havvindmylnulundir, rørleiðingar á havbotninum eins og verju av varandi orku til havs. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder