Um somu tíð sum føroyskar orkufyritøkur og SEV eru í ferð við at menna framtíðar vindorkuna á landi í Føroyum, so er næsti granni okkara, Skotland, farin undir eina umfevnandi útbygging av vindorkuni til havs.
Her eru økini, sum nú eru latin olju- og orkufeløgum til at útbyggja vindorkuna. Niðast í greinini eru nøvnini á fyritøkunum, sum hava fingið tillutað loyvi.
Fyrsta stigið í hesi ætlan varð tikið í fjør, tá havleiðir út fyri strendur Skotlands vórðu útlutaðar í eini útbjóðing til fyritøkur, sum vilja gera íløgur í útbygging av skotsku havvindorkuni. Tilsamans 17 øki vórðu boðin út og inn komu ikki færri enn 74 umsóknir frá oljufeløgum og orkufeløgum av ymsum slag.
Nú eru so loyvini latin. Fyriuttan at kunna gerast heimsins fremsta menningarøki til havvindorku, so fær Skotland longu frá byrjan nógvan pening í loyvisgjøldum. Loyvishavararnir, sum m.a. eru stóru oljufeløgini BP, Shell, Eni og TotalEnergies umframt orkufeløg so sum Ørsted, skulu gjalda umleið 8 mia. kr. í loyvisgjøldum. Hesar fara óskerdar í skotska landskassan. Aftrat hesum koma so nógvar hundraðtelas milliardir, sum skulu brúkast til at byggja út vindmylnulundirnar. Og tað fer so aftur at seta nógvar ringar í sjógvin.
Skotski stjórnarleiðarin fegnast um gongdina innan varandi orku í Skotlandi
Talan er um fyrstu útbjóðingina av havøkjum í 10 ár í Skotlandi, sum í dag hevur ábyrgdina av nýtslu av havøkjum til eitt nú vindorkuendamál. Fyrr var hetta ábyrgdarøki hjá bretsku stjórnini.
Tá tær mongu útbyggingarnar eru lidnar um nøkur ár fara havvindmylnulundirnar, sum serstakliga eru eystan fyri Skotland, at framleiða tilsamans 25 gigawatt. Henda orkan skal brúkast til at veita streym til húsarhald í Skotlandi, síðani eisini til at elektrifisera verandi og komandi olju- og gasspallar í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Hon fer so eisini at vera týðandi partur av grundarlagnum fyri at framleiða vetni.
Umframt at geva eitt sera gott íkast til skotska búskapin, so fara tær ymsu verkætlaninar at skapa nógv arbeiðspláss í Skotlandi her ikki minst í týðandi veitingarvinnuni (supply chain), sum í dag stríðist við minkandi oljuvirksemi. Í Skotlandi eru tey eisini farin at leggja til rættis umlegging av einstøkum oljuhavnum til at kunna savna seg um framtíðar vindorkumenningina, eitt nú havnina í Ardersier, sum skal gerast fyrsta havnin at veita tænastur til grøna orkuskiftið.
Stóra verkætlanin, sum hevur fingið heitið ScotWind, fer at fáa stóran týdning fyri ikki bert Skotland men fyri framtíðar menningina av vindorku til havs sum heild. Skotland fer at gerast eitt slag av royndarstøð fyri hesi menning, ikki minst á tøkniliga økinum. Stjórin í Crown Estate Scotland, sum stendur fyri útbjóðingini, Simon Hodge, sigur, sambært Energy Voice, at Skotland við hesum stigi er tilreiðar at gerast ein stórur hubbur og kjarni fyri víðari menningina av vindorkutøknini komandi árini.
Ymsu verkætlaninar, sum hava fingið góðkenning, eru bæði vestan og eystan fyri Skotland, tær flestu tætt við land. Enn hevur eingin umsókn verið til eitt øki eystan fyri Hetland. Hetta kemur tó ikki so óvart á hetlendskar myndugleikar og vinnuna har, tí júst økini nær Hetland eru enn óroynd fyri havvindorku og eru óvissurnar eitt nú við at arbeiða á havøkjum á djúpum vatni stórar.
Umboð fyri myndugleikarnar siga, at við hesum eru ætlaninar at menna Hetland til eitt øki við varandi orku so sum vindorku tó ikki sleptar. Tvørturímóti kann tíðin nú brúkast til at fáa meira vitan og royndir, sum so kunnu vera grundarlag undir komandi vindorkuútbyggingum bæði eystan og vestan fyri Hetland. Ætlanin er nú at fara í samstarv við orkumyndugleikarnar í Orknoyggjum og Hebridunum og læra av teirra royndum komandi árini, nú loyvi eru latin feløgum at byggja út vindorkuna í hesum økjunum.
Taka vit so tær einstøku verkætlaninar, so hava Shell og Iberdrola ætlanir um at byggja út tvær vindmylnulundir eystan fyri Skotland uppá tilsamans 5 gigawatt tll eitt virði uppá 40 mia. dollarar. Tær fara at framleiða streym, sum svarar til at kunna nøkta tørvin hjá 6 mió. húsarhaldum í Skotlandi, tvs. tvífalt húsarhaldini í dag.
Bretska BP hevur eisini stórar ætlanir. Felagið ætlar saman við týska EnBW at útbyggja vindorkuna við 3 gigawatt fyri 10 mia. pund. Felagið ætlar at fara longur enn bert at framleiða vindorku til eisini at taka hædd fyri menningini av elbilum og vetni.
Franska TotalEnergies hevur saman við skotska Renewable Infrastructure Development Group (RIDG) fingið loyvi til at framleiða 2 gigawatt frá vindorku vestan fyri Orknoyggjar og fer at brúka 4 mia. pund í hesi verkætlan, sum eisini fer at leggja dent á útbyggingar á landi í oyggjunum. Málið hjá TotalEnergies er annars at framleiða 100 gigawatt kring allan heimin frá vindorku til havs.
Danska Orsted er eisini við í einum samstarvi við orkufeløg.
Norskar fyritøkur við Equinor á odda høvdu eisini søkt um loyvi í útbjóðingini. Men tær fingu ikki loyvi í hesum umfarinum. Eisini norska Aker Offshore Wind hevði søkt. Umboð fyri Equinor sigur, at felagið roynir at vera við í nógvum útbjóðingum kring heimin, so at henda royndin í Skotlandi ikki gav úrslit, fer ikki at tarna felagnum at gera íløgur í vindorku til havs. Equinor hevði roknað við at fingið loyvi, nú felagið stóð fyri tí fyrstu vindorkuútbyggingini til havs í Skotlandi, Hywind Scotland. Í dag er Equinor ein týðandi leikari í bretskum øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald