Grøna orkuskiftið í Føroyum hevur av álvara tikið dik á seg, og í hesum døgum søknast SEV eftir fólki at manna grønu størvini á orkuverkunum. Talan er um varaverkmeistara, handverkara og maskinmeistara til grønu orkuverkini hjá SEV.
Á heimasíðu síni skrivar SEV ma.:
-Vit sóknast javnan eftir starvsfólkum til økta virksemið í Sev. Nógv starvsfólk hava starvast hjá okkum í nógv ár, og tá tey fara frá vegna aldur ella velja at royna okkurt annað, er tað eisini ein orsøk til, at vit sóknast eftir arbeiðsmegi. Sev er sum interkommunalur felagsskapur fevndur av almenna setanarpolitikkinum.
Starvsvenjing og verkætlanir
Hevur tú hug at royna teg í starvsvenjing hjá Sev, ella hevur tú hug at gera onkra útbúgvingarliga verkætlan saman við Sev, ert tú eisini vælkomin at senda eina umsókn. Ert tú í onkrari almennari skipan, sum loyvir tær endurvenjing ella starvsvenjing, so frætta vit eisini fegin frá tær. Tendrar eitt starv hjá Sev teg, so tú kanst verða við til at leggja ljós yvir landið, send so eina umsókn á [email protected].
Upplýsingar um størv hjá Sev sum heild fáast frá Marjuni Eystberg HR-leiðara á tel. 346800 ella á t-posti [email protected].
Upplýsingar um einstøku størvini fáast eisini frá avvarðandi deildarleiðarum, sum eru tilskilaðir í starvslýsingunum. Allar umsóknir skulu sendast saman við prógvum og viðkomandi skjølum.
Kelda: SEV.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald