Uttanlands

USA ávarar: Veðurlagsskattur á skipaferðslu fær avleiðingar

Nù meiriluti tykist vera  fyri at samtykkja ein veðurlagsskatt á sjóvinnu, hóttir USA við avleiðingum

2025-10-16 12:07 Author image
Jan Müller
placeholder

Altjóða sjóvinnufelagsskapurin undir ST, IMO, er tætt við at fáa heimsins fyrstu avtalu um ein veðurlagsskatt. Men júst sum hesin skatturin skal til atkvøðugreiðslu hóttir amerikanski forsetin, Donald Trump við at leggja revsitoll á øll tey lond, sum atkvøða fyri uppskotinum.

Eftir atkvøðugreiðslu í London í morgin skal ein møgulig avtala góðkennast av teimum 74 limalondunum. Og tað verður ikki uttan svørslag meta greinarar, tí hóttanin frá USA um fylgjur fyri lond, sum atkvøða fyri, kann fáa fleiri lond at venda uppskotinum bakið.

So møguleiki er fyri, at ein søgulig semja um at stuðla grøna orkuskiftinum innan skipaflutning dettur á gólvið, fær Trump stjórnin broytt støðutakanina hjá fleiri av londunum. Verður avtalan samtykt hóast hóttan úr USA, so fer tað at geva 100 mia. kr. um árið, sum so m.a. skal fara til tey reiðarí, sum eru komin longst við at leggja um frá fossialari orku til grøna orku. Eitt teirra er danska Mærsk, sum longu hevur gjørt stórar íløgur í skip, sum bæði kunnu brúka grøn brennievni og fossil.

Samlaða útlátið frá skipaferðsluni í heiminum er umleið 3% av øllum útláti ella nakað tað sama, sum flogferðslan stendur fyri.

Kelda: DR

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder