Uttanlands

Skotskar havnir fyrireika seg til bylgju av milliarda íløgum

Skotskar havnir fyrireika seg nú til at kunna taka ímóti nýggjum íløgum fyri milliardir av pundum í sambandi við grøna orkuskiftið – har stór tøk skulu takast til at røkka netto-null útláts-málinum.

2024-12-09 14:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Her er serstakliga talan um útbygging av havvindi men eisini fangan og goymslu av CO2,  nevnd CCS, vetnisframleiðslu og battarígoymslum til grønan streym. Somuleiðis er talan um orkuvirksemið sum heild í Norðsjónum.

Hesar mongu ætlanir skulu fara at hava stóran týdning fyri nógvar av skotsku havnunum og øvugt. Hetta skrivar Energy Voice, sum vísir á, at m.a. Peel Ports og bæði Inverness og Cromarty Firth gera klárt til at taka ímóti grønu avbjóðingunum. Bara í hesum økjunum er talan um íløgur uppá 6 mia. pund.

[object Object]

Til tess at kunna veita tænastur til komandi grønu orkuvinnuna hava havnir gjørt ætlanir um stórar útbyggingar eitt nú av djúphavnum. Til tess at skapa áhuga hjá íleggjarum hava myndugleikarnir sett í gildi nýggja lóggávu, sum skapar møguleikar fyri fríhavnum eins og skattafrítøku, har íløgur fara til at menna grøna orkuskiftið og samtíðis skapa arbeiðspláss. Eitt nú hevur ein stór japonsk fyritøka gjørt av at gera einast risastóra íløgu uppá 350 mió. pund í eina kaðalverksmiðju í havnini  Nigg, í sambandi við, at  ein nýggjur sjókaðal skal leggja millum skotska meginlandið og Hetland. Frammandun er longu ein líknandi kaðal lagdur millum oyggjarnar.

[object Object]

Samanumtikið fara allar útbyggingarnar at geva túsundtals nýggj arbeiðspláss serstakliga í norðureystur Skotlandi. Tað, sum eisini eyðkennir útbyggingarnar í skotskum havnum, eru royndirnar at samskipa útbyggingar, soleiðis at tað besta fæst burtur úr íløgunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder