Uttanlands

Skotski stjórnarflokkurin SNP hartar Labour

-fyri at vilja brandskatta olju- og gassvinnuna enn meira og harvið taka grundarlagið undan upp til 100.000 arbeiðsplássum

Leiðarin í SNP í Skotlandi

Leiðarin í SNP í Skotlandi

2024-02-24 17:25 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað gongur bæði heitt og hart fyri seg, tá flokkarnir í skotska tinginum í Holyrood í Edinburgh í hesum døgum umrøða aktuellu orkustøðuna í Bretlandi. Hetta ikki minst tí, at val verður til bretska parlamentið seinni í ár, og tá ræður um ikki at missa atkvøður í norðureystur Skotlandi serstakliga, har olju- og gassvinnan fylla so nógv.

Sum greitt frá í grein á orkan.fo í vikuni  https://orkan.fo/oljuvinnan-i-bretlandi-ropar-varsko, so er  tað  einki minni enn framtíðar lagnan hjá olju- og gassvinnuni í Norðsjónum, sum stendur uppá spæl.

Labour, sum er í andstøðu, men sum roknar við at vinna komandi val, hevur gjørt greitt, at flokkurin fer at áleggja olju- og gassvinnuni enn hægri skattir eins og avtaka verandi avdráttarskipan, tá íløgur verða gjørdar í olju- og gassvirksemi.

Hetta hevur sum vera man møtt stórari mótstøðu í vinnuni eins og frá stjórnarflokkinum í Skotlandi, SNP. Flokkurin, sum higartil hevur viljað sett olju- og gassvinnuni størri krøv, tá tað snýr seg um at minka um útlátið, hevur bráddliga kúvent og farið á barrikadurnar ímóti Labour, hóast flokkurin er nøgdur við verandi skattaskipan.

SNP leiðarin Humza Youisaf ger nú greitt í skotska tinginum, at hann fer ikki uttan víðari at góðtaka, at Labour fer at áleggja oljuvinnuni uppaftur hægri skattir, nú vinnan er hart skattað frammanundan. Hann ber ótta fyri, at ætlaninar hjá Labour, koma tey til valdið, kunnu fara at kosta 100.000 arbeiðspláss í norðureystara partinum av Skotlandi, har olju- og gassvinnan hava alstóran týdning fyri arbeiðsplássini eins og samfelagsbúskapin.

Labour verjir sínar ætlanir við, at sjálvandi skal múgvandi oljuvinnan, sum forvinnur nærum astronomiskar upphæddir, vera við til at stuðla teimum mongu  familjununum, sum m.a. longu líða undir hækkandi orkuprísum.

SNP leiðarin ber tó ótta fyri, at Labour er í ferð við at endurtaka politikkin hjá táverandi Margareth Thatcher, sum koppaði kolavinnuni uttan at taka avleiðingarnar í álvara. Hann vísir eisini á, at ætlanin hjá Labour er at niðurlaga olju- og gassvinnuna í Skotlandi til tess at kunna byggja út kjarnorkuna í øðrum pørtum av Bretlandi ístaðin.

Stríðið um framtíðina hjá olju- og gassvinnuni í Skotlandi fer uttan iva at seta dám á politiska orðaskiftið í Bretlandi komandi mánaðirnar eisini.

Og tað er greitt, at fleiri olju- og gassfelag, sum hava gjørt og fara at gera stórar íløgur í bæði leiting og útbyggingar eitt nú eystan fyri Føroyar, í løtuni halda ondini og vóna, at ein komandi Labour stjórn kortini ikki fer at gera álvara av sínum ætlanum at brandskatta vinnun enn meira.

[object Object]

Stórar útbyggingar gerast nær Føroyum

Millum hesi feløg er eitt nú Ithaca Energy, sum er partur av útbyggingini av tí stóra Rosebank feltinum nær við Føroyar. Felagið arbeiðir annarss  í løtuni við at finna partnarar til at útbyggja enn eina stóra olju- og gassleið við markið,  nevniliga Cambo.

Megnar felagið at fáa onnur feløg at vera partur av eini útbygging, so fer Ithaca helst tíðliga í  hesum árinum, og væl áðrenn komandi val, at heita á myndugleikarnar at góðkenna enn eina útbygging eins og hana á Rosebank leiðini.

Gitt verður um, hvat felag kann hugsast at leggja boð inn til Ithaca um at gerast partur av eini Cambo-útbygging, og her hevur Equinor verið nevnt sum ein møguleiki, tó at felagið longu stendur fyri útbyggingini av Rosebank í grannalagnum. So henda giting er sera óviss. Annars eru fleiri feløg við nógvum pengum, ið kunnu hugsast at vera partur av eini útbygging av Cambo, sum er eitt tað størsta feltið á bretska landgrunninum, sum ikki er útbygt.

Ein orsøk til at tað hevur skund hjá Ithaca Energy at finna partnara til Cambo er tann, at ger Labour álvara av síni hóttan um at skatta oljufeløgini enn meira, kemur tað til valdið, tá fer hetta ikki at hava afturvirkandi megi, og tað merkir, at íløguætlanir og útbyggingar, sum longu eru ella fara at vera góðkendar undir núverandi stjórn innan valið, sleppa undan nýggju skattatiltøkunum hjá eini komandi Labour stjórn. Labour hevur nevniliga sagt, at flokkurin fer ikki at gera seg inn á rættindini  hjá feløgum, sum longu hava fingið loyvi.

Hyggja vit so eftir stóra økinum eystan fyri Føroyar eisini kallað Atlantsmótið, so hevur áhugin fyri at bæði útbyggja og leita av nýggjum verið stórur og hetta kom m.a. til sjóndar í seinastu útbjóðingini, tá fleiri av heimsins stóru oljufeløgum, teirra millum Shell, TotalEnergies, Equinor og BP fingu tillutað nýggj leitiloyvi.

So talan er bæði um útbyggingar og at leita eftir nýggjum oljugoymslum í undirgrundini.

Hóast oljuprísurin er høgur í løtuni og feløgini forvinna nógv, so ávara tey ímóti at leggja teimum ov stórar forðingar í vegin, nú tey bæði skulu gera íløgur í olju og gass eins og í grøna orkuskiftið. Sambært feløgum so ner ikki til at skilja hetta at, tí vinningurin av olju- og gassvirkseminum er ein fortreyt fyri at kunna gera íløgur í varandi orku eisini.


Kelda Energy Voice

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder