Uttanlands

Slóðbrótandi grønt orkusamstarv millum Norra og Bretland

Bretski og norski forsætisráðharrarnir hava fundast í Norra um framtíðar orkusamarbeiði, og norska orkufelagið Equinor sær stórar møguleikar í Bretlandi

Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre her saman við bretska starvsfelagnum Keir Starmer, sum hevur vitjað í Norra fyri at menna grøna orkusamstarvið. Við teirra lið stjórin í Equinor, Anders Opedal. Mynd NTB

Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre her saman við bretska starvsfelagnum Keir Starmer, sum hevur vitjað í Norra fyri at menna grøna orkusamstarvið. Við teirra lið stjórin í Equinor, Anders Opedal. Mynd NTB

2024-12-18 11:42 Author image
Jan Müller
placeholder
Síðani russisku innrásina í Ukraina hevur Norra verið ein sera týðandi veitari av olju og gassi  til Evropa, og henda gongd tykist eftir øllum at døma at halda fram, tá tað ræður um grøna orku eisini.

Nú um dagarnar hevur bretski forsætisráðharrin Keir Starmer vitjað sín norska starvsfelaga Jonas Gahr Støre. Her umrøddu teir framtíðar orkusamstarv millum londini. Á fundinum teirra millum var eisini stjórin í Equinor, Anders Opedal. Hann sigur við NTB, at vitjanin og fundurin er eitt dømi um tann týdning, sum Bretland hevur fyri norska orkuvinnu.

Á fundinum varð avtala undirskrivað millum londini um orkusamstarv og kemur hon í kjalarvørrinum av eini avtalu um samanlegging av ognunum hjá Equinor og Shell í bretska partinum av Norðsjónum. 

Enn ein partur av avtaluni millum Norra og Bretland er, at norski orkurisin verður við til at fíggja fyrstu verkætlanina í Bretlandi at fanga og goyma CO2, eisini nevnt CCS. Haraftrat hevur Equinor stórar ætlanir um at gera íløgur í havvindorku í bretskum øki eins og battarígoymslu í Bretlandi. -Við hesum eru vit vorðin ein týðandi veitari av nógvum sløgum av orku í Bretlandi, og samstarvið við Shell er ein partur av hesi stóru verkætlan sigur Opedal. 

Undir fyrstu  vitjanini hjá bretska forsætisráðharranum í Norra mánadagin skrivaðu hann og Jonas Gahr Støre undir  eina sonevnda strategiska partnaraskapsavtalu. Avtalan  ber í sær stovnan av einum grønum partnaraskapi komandi ár. 

Í Bretlandi verður eitt nýtt gassorkuverk uttan útlát bygt í ídnaðarbýnum Teesside. Hetta skal tryggja, at nóg mikið er til av orku, tá vindur ikki blæsir, og eingin sól er heldur sigur stjórin í Equinor. Gassorkuverkið skal fanga CO2 og flyta tað umvegis rørleiðingar til eina goysmlu á havbotninum nevnd Endurance. Har skal CO2 goymast. Tað er orkufelagið BP, sum skal reka verkið, men Equinor er ein týðandi íleggjari og hevur longu brúkt sínar royndir og vitan frá verkætlanini “Northern Lights” uttan fyri Bergen. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder