Uttanlands

Søguligur dómur í Sveits um mannarættindi og veðurlagsbroytingar

Í gjár gav  Evropeiski Mannarættindadómstólurin saksøkjarum viðhald í, at avleiðingar av veðurlagsbroytingum eru  brot á mannarættindi

2024-04-10 00:22 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta er fyrsti dómurin av sínum slag í heiminum yvirhøvur. Dómurin hevur longu fingið afturljóð í nógvum londum, sum nú kunnu vænta, at sakarmót kring útlát og veðurlagsbroytingar kunnu verða ávirkað av dóminum í Strasburg.

Til ber ikki at kæra dómar, sum eru gjørdir í Evropeiska Mannarættindadómstólinum. Teir eru bindandi fyri umleið 46 lond í Evropa, ið hava samtykt at fylgja dómum hjá dómstólinum.

[object Object]

Tað vóru eldri kvinnur í Sveits, sum settu fram ákærurnar móti statinum í sambandi við veðurlagsbroytingarnar, tí hesar gera seg inn á heilsuna og lívið hjá serstakliga eldri fólki.

Dómsavgerðin merkir, at ein tjóð kann vera við til at bróta mannarættindini við at gera ov lítið fyri at stegða veðurlagsbroytingunum.

Tað er felagið “Verein KlimaSeniorinnen Schweiz”, sum hevur lagt sakina fyri dómstólin. Grundgevingin var, at eldri kvinnur í Sveits eru meira útsettar enn aðrir borgarar at doyggja undir hitabylgjum.

Dómstólurin avgjørdi eisini at vísa aftur tvær líknandi sakir, ein frá ungdómum í Portugal og ein frá fronskum borgarstjóra.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder