Innanlands

Sólorka til Svimjihøllina í Gundadali

Umsitingin í Torshavnar kommunu ynskir heimild at gera útbjóðingartilfar og at bjóða út sólorkuskipan til Svimjihøllina í Gundadali – Málið kemur fyri á býráðsfundi í dag

2025-05-22 15:18 Author image
Alda Nielsdóttir

Í samsvar við Grønu leiðini og samgonguskjalið hjá verandi samgongu í Tórshavnar kommunu, har eitt av málunum er at minka um CO2 útlát frá kommunalum bygningum, ynskir umsitingin heimild at gera útbjóðingartilfar og at bjóða út sólorkuskipan til Svimjihøllina í Gundadali, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Kommunan er í einari støðuga tilgongd at knýta kommunalu bygningarnar í varandi orkukeldur, og sambært umhvørvispolitikkinum hjá kommununi er tað týdningarmikið, at "ymisk orkusparandi átøk verða gjørd, tá ið bygningar hjá kommununi verða umvældir, og tá ið nýtt verður bygt".

Samstundis er hetta eisini ein liður hjá Tórshavnar kommunu at fylgja við allari tøkniligari framgongd og vera við í áhaldandi menningini innan aðrar orkukeldur, skrivar Tórshavnar kommuna.

Málið kemur fyri á býráðsfundinum klokkan 16 í dag sum sjeynda mál á skránni.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald