Uttanlands

Spania og Portugal vilja ikki minka gassnýtslu

Londini eru ikki samd við leiðsluna í ES at minka um gassnýtsluna

2022-07-24 10:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú um dagarnar samtykti leiðslan í ES eina ætlan um at minka um nýtsluna av gassi við 15%.

Nú skulu einstøku limalondini atkvøða um uppskotið, og longu nú er greitt, at tvey teirra, Spania og Portugal, fara ikki at taka undir við at minka um gassnýtsluna skrivar Energy Voice.

Ætlanin er, at londini sjálvboðin skulu taka stig til at minka um gassnýtsluna, men samtíðis vil ES leiðslan hava londini til at góðtaka eina felags minking í gassnýtsluni, um so er, at ES verður noytt til at seta í verk eina orkukreppuætlan, vegna møguligt komandi gassboykott úr Russlandi.

Londini halda tað vera skeivt at seta krøv til nýtsluna, nú fleiri lond í ES, m.a. Spania og Portugal ikki brúka nógv gass úr Russlandi. Týskland, sum gongur á odda í royndini at minka um gassnýtsluna, er tað landið í Evropa, ið brúkar mest gass. Harnæst kemur Italia.

-Vit vilja verja evropeisk virði men fara ikki uttan víðari at góðtaka eitt krav, sum vit enn ikki hava havt møguleika at gera viðmerkingar til, sigur spanski ráðharrin fyri vistfrøðiligum skifti, Teresa Ribera. Spanskar familjur skulu ikki líða undir skerjingum í gassnýtsluni.

Portogisiski ráðharrin fyri umhvørvi og orku, Joao Galamba sigur, at tiltøkini ES mælir til eru ikki burðardygg og taka ikki hædd fyri orkustøðuni í teimum einstøku londunum.

Portugal hevur ikki verið partur av flutningsnetinum í Evropa, tá talan er um gass men hevur verið noytt til at keypa gassið nógv dýrari, og tí er ikki rætt av ES nevndini at seta landinum slík krøv. Tey 27 ES londini fara týsdagin at taka støðu til uppskotið hjá ES nevndini. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder