-Vit hava forðað fyri, at ein tikkandi bumba brast, sigur Achim Steiner, stjóri fyri menningargrunninum hjá ST, UNDP, við Ritzau. ST stovnurin hevur fyrireikað bjargingina í tvey ár og hevur útvegað pening at fíggja hana.
Í fleiri ár hava myndugleikar av ymsum slag borið ótta fyri, at hol fór at koma á tangaskipið ella eldur kom í tað. Tað hevði havt við sær eina ógvusliga umhvørvisvanlukku.
Tað er kríggið í Yemen, sum síðani 2015 hevur gjørt tað ómøguligt at viðlíkahalda skipið, og hesi seinastu árini er vandin fyri eini vanlukku bara vaksin. Sambært ST aðalskrivaranum António Guterres hevur bjargingin forðað fyri eini ógvusligari umhvørvis- og humaniterari vanlukku.
Um oljan rann á sjógv hevði uppruddingararbeiðið kostað einki minni enn 136 mia. kr. Enn írestar tó peningur til at gera arbeiðið liðugt. Øll oljan er nú flutt yvir í eitt annað tangaskip. Síðani skal hon flytast og goymast á tryggum stað.
Tangaskipið Safer, sum talan er um, hevur ligið fyri akker seinastu 47 árini uttan fyri havnabýin Hodeida í Yemen og hevur virkað sum ein flótandi oljugoymsla.
Bjargingararbeiðið hevur verið sera trupult, ikki minst tí, at eingin hevur viljað tikið uppgávuna á seg, men so tók ST um endan og tók ábyrgdina av arbeiðinum. Um oljan varð farin í havið hevði hon fingið álvarsligar avleiðingar fyri bæði havið og íbýggjararnar í strandaøkjunum í Yemen. Umleið 17 mió. fólk høvdu kunnað verið ávirkað av eini vanlukku.
Umframt ávirkanina á fólk og náttúru, so hevði ein vanlukka eisini steðgað ferðsluni gjøgnum Suez veitina í fleiri vikur, og tað hevði fingið stórar búskaparligar avleiðingar skrivar Ritzau.
Mett verður at ein vanlukka hevði havt við sær, at fýrar ferðir so nógv olja varð likin út í havið enn við vanlukkuni við oljatangabátinum Exxon Valdez í Alaska í 1989.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald