Uttanlands

Stjórin í BP gevst

Orsøkin sigst vera tann, at hann ikki  hevur kunnað nóg væl um persónlig viðurskifti skrivar Financial Times

2023-09-13 17:14 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um stjóran í eini av størstu orkufyritøkunum í heiminum, bretska BP. Looney tók við starvinum í 2020, og tá segði nevndarformaðurin Helge Lund, at Looney var júst rætti maðurin at taka við sessinum til tess at leiða BP inn í tað grøna orkuskiftið. 

Looney hevur annars ikki úttala seg alment enn um málið. Fíggjarstjórin Murray Auchincloss tekur fyribils við sum stjóri. Sambært Bloomberg hevur BP klárað seg verri á virðisbrævamarknaðinum, eftir at Looney tók við. 

BP var í síni tíð partur av oljuleitingini við Føroyar. Í dag hevur BP høvuðsábyrgdina av fleiri av stóru oljukeldunum á Atlantsmótinum tvs. eystan fyri Føroyar, og felagið hevur í umbúnað at útbyggja enn eina nýggja oljuleið Clair phase 3  millum føroyska markið og Hetland. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder